Kyndil-VÍF 35-30 (17-15)
Nógv fólk høvdu leitað sær í høllina á Hálsi sunnudagin, tá fyrsta finalan í Atlantic Airways kappingini var á skránni sunnudagin. Her møttust tvey tey mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti, tá ið Kyndil tók ímóti VÍF.
Fyri viku síðani fekk VÍF eina góða aðalroynd undan finaluni, tá teir vunnu á júst Kyndli í seinasta umfarinum í landskappingini. Sigurin var tó dýrur fyri VÍF, tí í seinastu sekundunum bleiv málmaðurin, Eli Müller, rikin av vølli, og tí hevði hann leikbann í fyrstu finaluni sunnudagin
Góður dystur
Liðini byrjaðu dystin sum sonn ódnarveður. Bæði vildu sleppa í álop at fáa mál, og tí vóru verjurnar ikki serliga góðar fyrstu løtuna. Spælið var tó avbera gott, og liðini spældu við eini sera høgari leikferð.
Serliga Kyndil vísti seg at spæla skjótt fyrstu løtuna, og hetta gav VÍF ávísar trupulleikar í verjuni. Teir framdu eina útskifting ímillum verju og álop, og ofta vóru teir als ikki komnir uppá pláss, tá Kyndil brádliga kom stormandi ímóti teimum. Í hinum endanum dugdu vestmenningar tó væl at svara aftur. Teir spældu bóltin skjótt runt, og serliga Áki Olsen var ein støðug hóttan. Um hann ikki smekkaði bóltin í netið sjálvur, so dugdi hann væl at finna Agnar inni á strikuni.
Dýr reyð kort
Sjálvt um Kyndil tóktist vera heldur oman á út á fyrra hálvleik, so vildi VÍF ikki geva skarvin yvir. Teir blivu við at hanga í, men tá góðir 20 minuttir vóru farnir, fingu teir eitt ordans skot fyri bógvin. Meðan VÍF var á veg í álop, lá Hans Áka Dal Christiansen brádliga og venaði seg inni í feltinum hjá Kyndli. Dómararnir vóru eirindaleysir, og góvu Agnar Joensen reyða kortið fyri at hava gjørt eitthvørt við Hans Áka.
Dysturin var ikki meir enn komin í gongd aftur, so fekk VÍF sítt næsta reyða kort. Hans Áki fór ígjøgnum á vinstra vongi, men bleiv steðgaður ólógliga av John Zachariassen. Dómararnir ivaðust ikki og vístu John reyða kortið. Sostatt mátti VÍF vera teir báðar fyri uttan restina av dystinum.
Sum um hetta ikki var nokk, so mátti helst besti leikarin hjá VÍF henda dagin, Áki Olsen, fara bløðandi av vøllinum lítla løtu seinni eftir ein samanstoyt við ein kyndlamann.
Tá liðini fóru til hálvleiks vóru tó bert tvey mál á muni, men tað hoyrdist væl í høllini, at áskoðararnir úr Vestmanna vóru alt annað enn nøgdir við dómararnar, sum høvdu rikið tveir av teirra leikarum av vøllinum.
Kyndil rann VÍF um koll
Tá liðini komu út til seinna hálvleik, vóru ikki nógvir vestmenningar eftir. Agnar og John høvdu fingið reyða kortið, Áki Olsen var farin bløðandi av vøllinum, Eli Müller hevði leikbann og Ingi Olsen var skaddur, so tað var eitt skert VÍF-lið, sum stillaði upp til seinna hálvleik.
Hetta gjørdi Kyndil sær eisini dælt av mest sum alt fyri eitt. Tær løgdu nevniliga hart út í seinna hálvleiki, og tá knappir 10 minuttir vóru farnir, høvdu tær sett alt uppá pláss. Við skjótum og góðum álopsspæli og ágangandi verjuspæli høvdu teir økt um munin upp í níggju mál.
Eftir hetta slakkaði Kyndil nakað av, og VÍF kom betur við í dystin. Nú gekk javnt á í eina løtu, men móti endanum fekk VÍF aftur fatur á rætta endanum. Teir fingu minka um munin niður í fýra mál, men ov seint var. Kyndil hevði tamarhald á støðuni allan vegin, og at enda vunnu teir við fimm málum, og tí liggja teir væl fyri undan seinna dystinum.
Hjá VÍF sær hinvegin ikki so gott út. Teir mugu vera bæði Agnar Joensen og John Zachariassen fyri uttan í seinna finaludystinum, sum verður leygardagin í Vestmanna.
Fakta
Kyndil-VÍF 35-30 (17-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 8, Ken Zachariassen 8 (4), Hans Áki Dal Christiansen 6 (2), Høgni Klein 5, Ragnar Stakksund 4, Janus E. Sørensen 3, Hanus Johansen 1
VÍF: Áki Olsen 7, Sámal Joensen 6 (2), Sjúrður Poulsen 4, Regin Joensen 3, Áki G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2, Rói Lamhauge 2, John Zachariassen 1
Brotskøst: Kyndil 8, VÍF 1
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 7
Reyð kort: VÍF 2 (bæði beinleiðis)
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum