Dramatisk og vanskeplað landsløg, menniskju og russiska urkraftin Soutine

Øssur Johannesen
?????
Ein tann mest sermerkti og dramatiski listamaðurin í listasøguni er uttan iva tann russiski listamaðurin Chaim Soutine, hann var føddur í 1893 í einari lítlari bygd har í nógvir jødar hildu til, Soutine var sjálvur jødi, familjan var sera fátøk, hann heví ein ræúligan barndóm, bleiv bankaður og forfylgdur. Hann fekk undirvísing í1909 í Minsk, seinni rýmdi hann við toki til Paris í var listarligi høvuðstaðurin í verðini tá, hann brendi allar brýr við sína familju og byrjaði eitt nýtt lív.
Hann hevði atelier í einum skirvisligum gomlum bygningi LA RUCHE saman við m.a. Chagall í eisini var russari í útilegd.
Hann vitjaði á Louvre og beundraði eldri listafólk sum t.d. Fouquet, Tintoretto, EL Greco, Raphael, Goya, Ingres, Courbet og Rembrandt.
Hann bleiv vinur við Modigliani serliga kendur fyri sínar naknu erotisku kvinnumyndir, Modigliani oyðleggi seg sjálvan við alkoholi og rúsdrekka á ungum árum og hansara kvinnu leyp av fjórðu hædd og doyði tá í jarðarfylgið kom fram við hennara íbúð.
Soutine var sera fátækur hesa tíðuna í Paris, men arbeiddi viðhvørt á eini jarnbreytarstøð, men hann arbeiddi við málningum sera nógv hesa tíðuna, tá í hann bleiv spurdur um familjuna hann var rýmdur frá segði hann við miklum beiskleika: eg lyfti ikki ein fingur upp fyri teimum. at blíva svikin sum barn og vera útisettur fyri harðskap er sera pínufult og álvarsligt og hetta sæst aftur í hansara sera dramatisku upprunaligu og ofta sinnisforvirraðu málningum, hann fekk eitt barn viðeinari kvinnu men hann vildi ikki kennast við tað, hann møtti seinni tí jødisku kvinnuni Gerdu Groth í doyði í einari av nazistisku týningarlegunum undir seinna heimsbardaga. Soutine bleiv upp-dagaður av einum ríkum ameri-kanskum samlara, hann fekk gjøgnumbrot og bleiv verðinskendur longu meðan hann livdi og meiri aftaná, tó er hanneitt sindur undirmettur, ein Outsidari, eg minnist eg vitjaði Ingálvur av Reyni og vísti honum mínar tungu bøkur um Soutine og Ingálvur segði Soutine er størri enn Picassu og júst Picassu var ein av teimum fáu í var til hansara jarðarferð.tá í Soutine doyði aftaná sjúkralegu í 1943, hann var forfylgdur av nazistunum tí hann var jødi, hann krógvaði seg í einari lítlari bygd í Frankaríki. Har í hann livdi saman við fyrrverandi konuni hjá Max Ernst. Soutine liggur grivin í Montparnasse kirkjugarðinum í Paris, tíverri sá eg ikki hansara málningar síðst eg var í Paris.
Kundi hugsað mær at vitja hansara grøv og kannað eftir hvussu hansara andi hevur tað! tó hann doyði langt áðrenn eg var føddur men hansara dramatisku og ektaðu erligu forpíndu svøku og sinnisforvirraðu málningar hava øgiliga sterka ávirkan á meg.
Soutine livdi sum Bohemur og gekk á cafeir í paris, men tá Modigliani doy´ði legði Soutine tað harða alkoholiseraða lívið á hylluna. Tann síðsti paletturin hjá Soutine eigur Museum of modern art í New york. Fleiri sterkar fotomyndir eru av Soutine í stóru bókunum eg eigi av honum, hann sær viðhvørt óður út við svørtum hári kraftigum eygum og eygnabrái til aðrar tíðir líkist hann einum munki einum melankolskum listarligum andsmenni berktikin og livandi í sínari egnu verð, men eisini ein í ikki rættiliga megnar at opna seg fyri øðrum menniskjum, innisælur.
Til listina Soutine málaði motiv, ið hann hevði framman fyri sær, og sum hann hevði kenslur fyri, oftani tungt og depressivt við tí óhugnaligu dramatisku russisku søguni innan í sær, sínum heimlandi hann rýmdi frá og sum óbeinleiðis streymar tær á møti tá í hann á sín heilt serliga temperamangsfulla og djúpt originala hátt málar vegir hús og serligani trøini og so tann ósjónliga dramatiska andaliga vindin í ferðast óendaliga ígjøgnum trøini vegirnar húsini og býirnar og menniskjuni og forbindir landsløg lond og sálir og tað óendaliga universi sum tú hómar tá í tú hyggur upp í himmalin. landslag við húsum kallast ein málningur eg síggji ein veg fara niðaneftir í øðrum hjørnið eitt gult hús sæst og so trøini hesi vøkru og dramatisku tigandi andsmenni sum Soutine serligani var hugtikin av og málaði tey beturi enn tey flestu, hetta er ein myrk mynd í virkar órógvandi uppá meg, ein maður gongur á vegnum, Soutine vanskeplaði síni motivir tað virkar sjúkt uppá meg ein ella onnur innilæst vreiði í hann við miklari kraft festir á lørifti og sum oftast við framúrgóðari og upprunaligari litkenslu. Eitt samskifti frá einum motivi hann hevur framman fyri sær og tað hann sansar og merkir andskraftin í nátúrrunu ferðast inn í hansara melankolsku russisku sál og hjarta og út í pensilin hann heldur í hondini og á tað nakna hvíta lørifti í tekur ímóti hansara sál og hjarta og hansara livandi fronsku motivir í hann málar við munandi meira upprunamegi og kraftigum substansi enn teir meira ljósu fronsku málarirnir. Litir dugdi Soutine sum oftast væl at fáast við ein litmeistari var hann, men hann legði sum oftast hjarta og sálina í litirnar gav teimum anda og øvugt og uppliva innihald. Einki falst parfumukent grunt koloristist undirhald í man sær so nógv av ikki minst í føroyum.
Tó at Soutine eisini gjørdi fleiri myndir ikki eru nóg sterkar men heldur turrisligar og keðiligar.
Soutine málaði m.a. myndir í Montmartre, í tá var Listarligi Bohemubyarparturin í Paris stór og vanskeplað trø, ið rísa upp rundan um húsini og vegirnar, hann nærmast fær motivi í hann sær at liva í einum ræðandi orkukendum ekstremum ekstatiskum dansi, hetta gjørdi hann nógv av og nærkaðist tí abestrakta.
Soutine málaði nógv trø hesi poetisku og tigandi andsverður sum ávirka teg, hann málaði eisini eins og Van Gogh tann ósjónliga kraftmikla vindin, í einari aðrari mynd síggja vit húsini detta hann vanskeplar motivi fyri at fáa meira dynamikk fram hetta hevur eisini nakað við upploysn at gera talan er um eina vulkanska upprunaliga litglóð sum hann fær fram her hendir rættiliga nógv minnir um ógvusligan klassiskan og russiskan tónleik, litir eru eru eisini eitt slag av tigandi livandi tónleiki.
Fleiri av sínum bestu málningum málaði Soutine í fronsku bygdini Ceret. Ein serliga myrkur málningur er her líkjast trøini í hann hevur málað nærmast dansandi hóttandi demonir í spríkja upp úr einum svørtum holi innan í listamanninum sjálvum. Ein beiskur psykiskur bardagi og tung russisk depressiv og melankolsk kensla í man eisini týðuliga hoyrir í tí klassiska russiska tónleikinum.
MEn hetta er ein organisk mynd av villum trøum í skýmingini úti á landinum.
Landslag í suður Frankaríki vit síggja ein veg skaptur av manna-hondum og so bygdin Hvítskínandi hús við reyðari tekju og svørtgrønutrøini, tú kennir veldugu livandi orkuna sum eisini er órógvandi og eitt sindur ræðandi og tung grásvørt luft, livandi orangulitir fremst á myndini.annar málningur ovast sæst eitt hvítt hús við reyðari tekju niðanfyri er nærmast eitt dramatist disharmonist kríggj í kraftigum tjúktmálaðum litum, næstan abestrakt tó ikki heilt eitt motiv í er umskapa til eitt innari kraftmikið órógvandi sinnisforvirra vakurt ekstremt og ekstatist litkríggj einki minni.
Sjón í Ceret eitur annar málningur vanskeplaðu húsini líkjast orangufarvaðu eldsvulkanum umgyrt av svørtum landslagi, livandi og organist men eisini vanskepla og sinnis-sjúkt og ein kraftigur vulkan-mystikkur.
Slotti í Chatelguyon eitur ein málningur sum ikki er vanskeplaður, kvøldarmyrkrið leggur seg varisliga yvur hetta gamla slotti, skógarandarnir umgyrða hetta gamla spøkilsisslotti, svartgrøni litklangurin er einastandandi vakurt og dapurt málaður gamla slotti rísur úr jørðini, glæma á luftini hómast. fáir litir men litirnir koma fram við tign, ein meiraharmoniskur málningur enn tú ert vanur við frá Soutine, tú fært eisini ein farra av tí okkultu verðini, tó at slotti líkist eini kirkju hevur nakað av tí sama auru ella mynduleika yvur sær.
TRø í Vence eitur ein myndarøð í Soutine gjørdi, beinkirnir eru í ein runding rundanum eitt veldugt tignarligt og gamalt træ tað skýmir býarhúsini síggjast aftanfyri, hetta minst hundrað áragamlatræið er nógvar ferð-irnar størri enn menniskjuni í sita undir tí, træið líkist einum andaligum templi í ikki hevur brúk fyri orðum men útstrálar tigandi vísdóm, vegurin er gløðandi orangufarvaður, grønu bløðini spretta úr greinunum tað er skýmingarløta og kvøldarmyrkrið leggur seg tigandi yvur búin.
Papír violin guitarar cello og bassar vera gjørd úr trøum, so trøini eru upprunaliga fundamenti yvur allan skaldskap og tónleik at náturan og menniskjan hoyra saman og hartil eru trøini jarðarinnar lungur. ein vøkur døpur poetisk og sterk býarmynd.
Ein Katedralur í Chartres kallast ein málningur hetta velduga og vakra bygningsverkið við tornum í toyggja seg upp í móti himni klokku og vindeygum rísur upp við tignarligari veldi upp úr jørðini alt skapt úr mannahondum, hetta er ein kirkja og fremst er ein blóðreyður vegur, tornini eru spísk og toyggja seg upp ímóti himni, grábláu skíggjini ferðast omanfyri. Soutine hevur málað hesa kirjuna við eyðmjúkari virðing.
Vegur við himmalhøgum trøum í Chartres eitur ein myrkur málningur børnini skunda sær til hús áðrenn tað farliga myrkrið fjallir allar sjónir áhh øll hesi beinu trøini eg tími ikki at mála tey gev mær vanskepla trø.
Á aðrari mynd síggja vit vindin píska trøini ein ljósagulur vegur sæst smábørn ferðast eftir vegnum havið hómast aftanfyri eins og luftin, ein annar máln-ingur er heldur ljósari í litum smábørn hómast á vegnum veldugu trøini geva seg í ógvusliga vindinum, ljós og skíggjini síggjast aftanfyri, ein meistarlig mynd eins og ein onnur meira blálig mynd velduga træið tekur ímóti skýmingini.
Tvey smábørn hond í hond koma heim úr skúlanum úti á landinum blálig luft er omanfyri, hesi smábørn eru vinir, men ein sterk einsemiskensla løgir hesa myndina, ein slaktikroppur eitur ein av hansara bestu myndum, hann hongdi ein slaktaðan kropp upp í atelierinum, tað stinkaði so illaat nábúgvarnir klagaðu til politia, hetta fyrverandi týnda lívið slakta til mannaføði hongur við tungari vekt umgyrt við sterkum bláligum litum. formarnir eru gott málaðir rivjabeinini og blóðið skína.
Kjøti og litirnir hava glóð.
Eg dugi ikki rættiliga at siga meira um hendan málningin, annað enn at hann er eitt satt meistaraverk.Rithøvundurin Henry Miller var nábúgvi hjá Soutine tá í hann skapti henda málning.
Soutine var eisini ein framúrskarandi andlitismálari, tó at hann stundum gjørdi menniskjuni sera ljót og vanskepla helst tí at hann ikki hevur brýggja seg um fólk og eg skilji hann væl. aðrar tíðir eru hansara andlitismyndir kenslubornar sálarlýsingar onkrar sjálvsmyndir eru, ein er frá 1917 hann sær kensluborin og óskyldigur út aðrar tíðir hevur hann gjørt seg sjálvan sera ljótan. Ein onnur sjálvsmynd er frá 1918 hann hyggur við álvarsligum konsentreraðum eygum eftir motivinum, baksíðan á løriftinum sæst varrarnar eru reyðar og tjúkkar, hann sær mystiskur út sum um at motivi hann hyggur eftir er ein mystisk gáta sum hann ynskir og roynir at fangað.
Bygdarsligur idiotur eitur ein av hansara sera væleyðnaðu myndum, hann hevur krókutar fingrar, hann er í svørtum klæðum við hvítum kraga sum ein prestur, svørt eygur veggirnir eru blóðreyðir. Tann svaka kvinnan hendan myndin er meistarlig, tað er heilt týðuligt at Soutine kennir og er sera hugtikin av hesi sera klóku svøku og mystisku kvinnuni í reyðum skínandi kjóla hon líkist einum sigøjnara, ein serlig unik typa í ikki fylgir streyminum ella uppskrivtum gjørdar av samfelagnum.
Hendurnar síggjast, angistin sæst í kraftigu og kenslubornu eygunum og somuleiðis paranoia.
Hon hevur krúllut hár og grønan hatt.
Dragandi og ræðandi ræðandi og dragandi....nakað soleiðis eru kenslurnar í hesi myndini.
Kvinna í reyðum hon er í yvurstórum svørtum hatti hon er óndskapsfull og giftig og hon hevur sikkurt sínar grundir til tað, tann yvurstóri svarti hatturin sigur alt um tað giftiga svarta myrkrið í er í hennara heila, brúnur lortalitur er rundan um hana, reyði liturin fær meg at hugsa um helviti og mánasjúkublóð.
Ung genta í fence fremst á myndini sæst ung og sorgarbundin genta í hvítum kjóla og samanløgdum hondum rundan um er myrkagrønt gras tungu trøini skríggja upp ímóti blágráu luftini. ein mamma við ungum barni hetta er ein døpur ein einsamøll vøkur mamma í svørtum klæðum við einum hálvvaksnum barni í føvninginum sum grætur.
Eisini málaði soutine vakra og sterka mynd av eini vinkoni í svørtum jakka og reyðum kjóla.
Soutine var ein framúrskarandi ekspressionistiskur listamaður í hevði eina tunga melankolska men eisini livandi russiska sál eina vulkan av dramatiskari megi. og sinnisforvirraður vanskeplaði hann síni motivirog hann brúkti framúrskarandi litir og so nærkaðist hann tí abstrakta og hartil hevðið hann eina upprunaliga kraftiga glóð í sínum litum og síni ektaðari listarligu og lidenskabeligu passión sum øgiliga fá listafólk hava.
Stór gomul trø sum livandi tigandi og poetiskar andsverður sum taka ímóti tí friðleysa óendaliga vindinum, og so menniskjuni hann lýsti í hansara sterka psykiska heimi. ógvusligu slaktikropparnir, fuglarnir hongdir upp í atelierinum.
Soutine var umframt ein sera sermerktur ekspressionistur eisini ein av teimum sum legði lunnar undir tann abestrakta málningin m.a. tann grovt yvurmetti Asger Jorn og Cobra tó eingin av teimum kom upp á knøini á Soutine sum eisini hevur havt ávirkan á føroyska list umframt meg sjálvan so lat meg nevna Torbjørn Olsen sum síðst í 70 unum málaði myndir í høvdu nakað av tí sama temperamangi í sínum málihátti.