Fyrr í hesi vikuni almannakunngjørdi løgreglan í Maine í USA eina mynd av smádreingi, sum varð funnin deyður í einum skógi leygardagin. Nú er líkt til, at málið er uppklárað. Eingin hevði boðað frá, at drongurin var saknaður, og tí varð spurningurin settur, hvør samanhangurin var. Smádrongurin var hildin at vera millum 4 og 6 ára gamal.
Eftir at myndin varð almannakunngjørd, lótu fleiri við seg koma, og nú er líkt til, at loyndarmálið er uppklárað.
Drongurin er eyðmerktur at vera seks ára gamli, Camden Pierce Hughes úr Texas. Samstundis er greitt, at mamma dreingin er 42 ára gamla, Julianne McCrery.
Hon er nú handtikin og verður ákærd fyri at hava dripið son sín. Sambært sjónvarpsrásini CBS Boston viðgongur mamman at hava dripið hin seks ára gamla við eini yvirdosis av hostasafti.