Varð tað ein tilætlað og fyrireikað drápsroynd, ella var tað grovur, men óskipaður harðskapur, tá ið ein 18 ára gamal maður legði á fýra fólk í Norðdepli sunnumorgunin tann 14. juli í fjø
Hetta er spurningurin, 12 nevningar nú skulu taka støðu til.
Síðani síðsta mánadag hevur tann ungi maðurin verið í rættinum, har hann er skuldsettur fyri roynt at drepa fýra fólk.
Viðgerðin í rættinum og nú liðug og mánadagin og í gjár hava ákærin og verjin tikið saman um og fortalt nevningunum, sína áskoðan um málið.
Ákærin er sannførdur um, at at tann unga kvinnan, sum hann leyp fyrst á, var høvuðsmálið hjá gerningsmanninum, og at ætlanin var at drepa hana.
Ákærin sigur, at maðurin var í handskum fyri ikki set leggja spor eftir seg, og hann hevði hvast amboð, helst knív, uppi á sær.
Tá ið hann lúrdi eg inn á kamarið, har hon lá og svav, læt hann hurðina aftur eftir seg, áðrenn hann legði á hana.
Hann tók hvørkratak á hana og gavst ikki, hóast hon læt sær at svíma.
Tá ið kvinnan slapp til rýmingar, jagstaði hann hana eitt fitt strekki ígjøgnum bygdina.
Tað tekur ákærin sum greitt prógv um, at talan var ikki um brádliga íkomnan ørskap, men um eina tilætlaða og fyrireikaða drápsroynd.
Hinir trý fólkini, sum vórðu særd, skuldu beinast av vegnum, tí tey komu ímillum.
Verjin er grundleggjandi ósamdur. Hann ásannar, at ákærdi maðurin er gerningsmaðurin. Hinvegin er talan ikki um drápsroynd. Talan var um óneyðugan og ófyrigeviligan, men óskipaðan, harðskap.
Hann royndi at sannføra nevningarnar um, at var ætlanin at drepa, kundi hann saktans havt dripið.
Hann vísir eisini á, at rættarlæknar hava víst á, at tað hevur ikki ligið so nógv kraft aftanfyri nógvar av stingunum og skurðunum.
- Var ætlanin at drepa, hví legði hann so ikki allar kreftur í, spurdi verjin.
Verjin førdi fram, at fyri tað um ein leggur á ein annan við knívi, er als ikki neyðturvuliga talan um drápsroynd, tað eru nógv dømi um, at slíkt ístaðin verður revsað sum grovur harðskapur.
Fyri at talan skal vera um drápsroynd, skal gerningsmaðurin hava eina greiða ætlan um at drepa og tað er einki prógv fyri tí yvirhøvur, sigur verjin.
Hann sigur, at dómur kann bara fellast um tað, sum er hent og ikki um tað, sum kanska kundi hent.
Tá ið vit fella dóm, skulu vit vita og ikki gita, sigur verjin.
Í dag er frídagur hjá nevningunum, men í morgin fara teir so at viðgera málið sínamillum.