23 ára gamli, týski áleyparin, Julian Draxler, sum hevur verið vinstri vongur fyri týska bundesligaliðið, Wolfsburg seinasta hálvtannað árið, og áðrenn tað fyri Schalke04 fer nú at royna seg í fronskum fótbólti.
Bæði Arsenal og Liverpool hava sýnt áhuga fyri týska landsliðsleikaranum, men í dag bleiv tað kunngjørt, at Julian Draxler hevur skrivað undir ein fýra ára sáttmála við franska meistaraliðið, Paris Saint Germain.
Julian Draxler verður seldur fyri eina upphædd, sum svarar til 312 miljónir krónur í okkara peningi. Talan er um fjórðstørstu søluna av einum fótbóltsleikara, sum eitt týskt fótbóltsfelag hevur gjørt í søguni. Í Wolfsburg skuldi Julian Draxler fylla tómrúmið aftaná Kevin De Bruyne, sum fór til Manchester City, men tað hevur ikki gingið heilt eftir vild við tí. Julian Draxler vónar at finna formin aftur í Paris Saint Germain.
Summarið 2015 var Julian Draxler seldur úr Schalke04 til Wolfsburg fyri eina upphædd, sum svarar til 268 miljónir krónur í okkara peningi.
Julian Draxler hevur spælt 27 A-landsdystir fyri Týskland. Í hesum 27 landsdystunum hevur hann skotið trý mál.