Dreamliner í Evropa

Um vikuskiftið lendi eitt flogfar av amerikanska slagnum Boeing Dreamliner í Bretlandi, og er hetta fyrstu ferð, at eitt flogfar av hesum slagnum hevur sett seg aðrastaðni enn í USA.

Ein hópur av tíðindafólki og øðrum vóru komin at taka ímóti flogfarinum, tá tað setti seg á Farnborough-flogvøllin. Fleiri av teimum ovastu leiðarunum í Boeing-fyritøkuni vóru við flogfarinum.

Mike Bryan, sum var flogskipari á teirri fyrstu ferðini um Atlantshavið, segði við tíðindafólk, at ferðin hevði gingið væl. Flogfarið kom úr Seattle, og ferðin til Bretlands tók níggju tímar.

Hesa vikuna skal Dreamliner-flogfarið taka lut í einari flogframsýning í Bretlandi.