Dreingirnir á Fípuni vunnu tryggan sigur

Blikur á Argjum var næstfremstur og tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru

Klaksvíkingar løgdu bragdliga fyri í kappróðrinum á norðoyastevnu. Ætlanin var, at startskotið fyri 5-mannaførum við dreingjum skuldi ganga klokkan 15. Tað gekst striltið at leggja bátarnar, og eina ferð varð neyðugt at skjóta róðurin av.

Tá ið tað so varð kappast, stóð oddastríðið fyrstu løtuna millum fýra bátar: Frúnna, Blik, Jallin og Fípuna Føgru. Tá ið málið var hálvrógvið, vóru Blikur og Fípan Fagra frammanfyri hinar, og smátt um smátt legði Fípan seg framum. Framvið Kósabrúnni longdist munurin til eina hálva bátslongd og meiri enn tað.

Blikur fór fyrri at spurta, og tá tódnaði eitt sindur. Men so svaraði Fípan Fagra aftur, og á málinum var eingin ivi um, at tað var Fípan Fagra, sum vann, og at Blikur var næstfremstur.

 

1Fípan Fagra05:31.21 
2Blikur05:33.02  
3Jallurin05:37.16  
4Frúgvin05:39.11  
5Ternan05:48.06  
6Tekla05:59.19 
7Hvassi06:03.11