Tað var einki at rafla um. Eftir at tað í fyrstu tøkunum hevði sæð út til, at tað kanska skuldi verða eitt sindur javnur róður, so broyttist myndin skjótt og nógv.
Dreingirnir á Sílinum hava verið framúr í fimm teimum undanfarnu kappingunum, og á vestanstevnu vóru dreingirnir á Sílinum uppaftur meiri sannførandi, enn teir higartil hava verið.
Sílið fór sendandi undan øllum hinum. Á málinum vóru dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri teir næstu.
Sigurin ber við sær, at Sílið nú hevur 42 stig, og nú skal tað vilja verri enn illa til, um havnardreingir ikki skulu vinna FM. Teir eru undan ólavsøku sjey stig undan Havfrúnni.
Junkarin úr Kvívík bjóðaði leingi grannunum úr Vestmanna av. Havfrúgvin tóktist eina løtu at vera eitt sindur trilvandi, men á málinum vóru teir úr Vestmanna undan teimum úr Kvívík. Munurin var ikki meiri enn skuturin.
Tjaldrið var væl við í kappingini, og á málinum var hann eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Junkaran.
1 Sílið 04:39.03
2 Havfrúgvin 04:47.09
3 Junkarin 04:48.05
4 Tjaldrið 04:50.19
5 Teistin 04:53.00
6 Katla 04:53.12
7 Strípan 04:54.10
8 Blikur 05:00.07
9 Jallurin 05:01.14
10 Tambar 05:24.11
1 Sílið 42
2 Havfrúgvin 35
3 Junkarin 31
4 Tjaldrið 23
5 Teistin 13
6 Strípan 12
7 Katla 7
8 Snípan 3
9 Tambar 1
10 Blikur 1
11 Jallurin 0