Dreingirnir standa eftir við ongum

Tað fer at kosta fleiri hundrað túsund krónur at umvæla sovisalin á barnaheiminum hjá NLAI. Ein konto er stovnað til endamálið.

Eini 20 dreingir standa nú eftir uttan nakað stað at sova, eftir eldsbrunan á barnaheiminum hjá NLAI í Nakuru, Kenja.

 

Dánjal og Hjørdis Petersen, samkomuleiðarar í City Church, komu til Nakuru týsdagin saman við tveimum øðrum føroyskum pørum.

- Man kann næstan siga, at vit komu beint í eldin. Vit sótu her, tá Billy Hansen, sum er við okkum, knapliga bleiv burtur og var burtur eina góða løtu. Tá hann kemur aftur er hann svartur og luktar av royki og sigur okkum, at eldur er í sovisalinum hjá dreingjunum, greiðir Dánjal Petersen frá.

 

Tvær smágentur høvdu snýkt seg inn í sovisalin og spældi við svávulpinnar, tá tað brádliga festi í eina madrassu. Lítla løtu seinni var eldur í allari hæddini. Sovisalurin, taksperrurnar og sólpanelið á takinum hava fingið skaða, eins og at alt í sovisalinum er kolað upp.

- Dreingirnir standa eftir við ongum. Teir eiga nú einans tað, sum teir eru í. Teir mistu alt annað í eldsbrunanum, sigur Dánjal Petersen.

 

Les eisini Eldur í barnaheiminum hjá NLAI í Nakuru í Kenja

 

Eini 800 børn eru knýtt at virkseminum hjá New Life Africa International í Nakuru í Kenja. Tað er talan um barnagarð, skúla og barnaheim. Eini 550 næmingar eru á skúlanum. Stívliga 350 føroyingar eru faddrar og stuðla virkseminum hjá NLAI, millum annað gjøgnum stuðulsbólkin Næstin. Føroya Landsstýri hevur eisini fíggjað eina skúlastovu í skúlanum.

 

Dánjal Petersen sigur, at dreingirnir í hesum sovisalinum vóru millum 10 og 17 ár.

- Teir koma frá sera torførum umstøðum. Tann nýggjasti drongurin hevur einans verið her í tríggjar vikur. Tá hann kom inn hevði pápin bukað hann næstan lívleysan, greiðir Dánjal Petersen frá.

 

Hann sigur, at fólk vóru skjót at senda dreingjunum stuðul, so gjørligt hevur verið at keypa teimum nýggjar skógvar millum annað. Eisini hava onnur í Nakuru latið teimum klæði, so at teir hava havt møguleika at skifta.

 

Uppruddingararbeiðið eftir eldsbrunan er farið í gongd og roynt verður at meta um, hvussu stórur skaðin er, og hvussu dýrt tað verður at byggja hann uppaftur.

- Vit meta, at talan verður um umvælingar fyri fleiri hundrað túsund krónur, sigur Dánjal Petersen.

 

Nógvir føroyingar eru góðir við virksemi hjá NLAI og tí hava tey, sum eru har niðri, stovnað eina kontu í BankNordik.

- Hetta er ein konta, sum er stovnað fyri at stuðla endurbyggingini. Allur peningurin verður markaður til umvælingarnar eftir eldsbrunan, sigur Dánjal Petersen.

 

Kontan í Bank Nordik er 6460 – 594.019.4.

 

- Peningurin røkkur so sera langt her í Kenja. Tí eru allar gávur vælkomnar. Arbeiðið er longu byrjað, men gott hevði verið, um føroyingar aftur kunnu standa saman um at hjálpa hesum børnunum, sum nú brádliga eru í stórari neyð aftur, sigur Dánjal Petersen.