At koyra ein ordiligan Ferrari á eini kappkoyringarbreyt man vera ein dreymur hjá flestu dreingjum, sum hava áhuga fyri bilum og motorsporti.
Hetta upplivdu teir tríggir føroyingarnir, Erling í Liða, Ásmund Joensen og Tummas Pauli Vilhelm, tá teir saman við øðrum sluppu at royna seg sum kappkoyrarar.
Túrurin varð gjørdur í samband við at Ásmund Joensen frá Berg Motors og Tummas Pauli Vilhelm frá P/F Meinhardt Arge, vóru teir hepnu vinnararnir av einari spennandi ferð við Shell til Svøríkis, har teir fingu møguleika at koyra skjótt á Sturup Raceway bananum tætt við Malmø. Við á ferðini var Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Shell.
Hetta var onnur virðisløn í kappingini SHELL HELIX GRAND PRIX, sum Shell hevur á øllum bilasølunum og verkstøðunum í Føroyum. Fyrsta virðisløn var ein ferð til Formel 1 á San Marino bananum í Italia tann 25. apríl í ár.
Við í ferðalagnum til Sturup vóru 11 spentir persónar, sum gleddu seg til at sleppa at royna seg aftanfyri róðrið á ymiskum spennandi bilum.
Teir møttu sunnudagin 26. september kl. 12.00, tá byrjað varð við frokosti og kunning um dagin. Eisini fingu teir kunning um hvørjir reglar vóru galdandi á bananum, og eisini hvat slag av bilum teir sluppu at royna.
Fyrst sluppu allir at koyra Go-kart í einar 20 min. frítt á bananum. Aftaná varð liðið býtt í helvt, har teir koyrdu Alfa Romeo 147 í umleið 20 umfør býtt upp í venjing og síðani fría kapping við fullari ferð. Highspeed túrurin í Ferrari 348 var trý umfør við vegleiðara undir liðini. Hesin var Martin Jensen, ið er professionellur rally-koyrari í DTC-klassanum, har hann er millum teir fremstu.
Eftir kappingarnar varð gjørd ein samlað samanteljing av øllum trimum kappingunum, har tríggir teir bestu fingu handað steyp og medaljur, og allir fingu eitt luttøkuskjal.
Nr. 1, 2 og 3 sluppa harafturat at sita við síðuna av Martin Jensen, sum koyrdi tvey umfør við hvørjum við fullari ferð, har hann vísti síni koyrikynstur.
Samanumtikið ein sera spennandi ferð, har allir luttakararnir fóru glaðir og móðir heim aftur um nátturðatíð í bussi til Keypmannahavnar.
Teir tríggir føroyingarnir siga, at teir fingu eina uppliving, sum teir seint fara at gloyma.