Dreka genturnar hava beina kós ímóti FM heitinum. Á vestanstevnu í Miðvág hava genturnar hjá Havnar Róðrarfelag vunnið tryggan sigur.
Eftir startspurtin var ongantíð ivi um, at Drekin fór at vinna. Stútt og støðugt øktist munurin aftur til hinar bátarnar stútt og støðugt, og á málinum var munurin ein bátslongd.
Talan var um stóra kapping um næstfremsta plássið. Hvassi, sum fyrr í summar hevur vunnið fleiri róðrar, kom næstfremstur á mál, og Jallurin, sum treiskaðist væl og leingi, endaði á triðja plássi.
1 Drekin 05:02.01
2 Hvassi 05:05.12
3 Jallurin 05:06.24
4 Junkarin 05:07.03
5 Firvaldur 05:11.19
6 Tambar 05:20.04
7 Blikur 05:22.13
1 Drekin 40
2 Hvassi 38
3 Junkarin 27
4 Jallurin 26
5 Firvaldur 19
6 Blikur 9
7 Tambar 9
8 Teistin 0