Drekin er føroyameistari

5-mannafør gentur: Næsti avbjóðarin í FM kappingini endaði í dag á fjórða plássi

Drekin hjá Havnar Róðrarfelag hevur vunnið FM í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Drekin hevur 38 stig, og Firvaldur og Fípan Fagra hava 30 stig.

Í finaluróðrinum á vestanstevnu í Miðvági, har róðrarlíkindini nú eru heilt góð, stóð kappingin um fremsta plássið fyrra partin av róðrarteininum millum Drekan og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum eina løtu var fremstur.

So gleið tað heilt væl eftir hjá Drekanum, sum legði seg á odda, og sum í endaspurtinum var sera sannførandi, og sum var meiri enn eina bátslongd undan næstu avbjóðarunum.

Firvaldur bjóðaði Jallinum av í kappingini um næstfremsta plássið, og tað eydnaðist Firvaldi av Tvøroyri at vera fyrri á mál enn Jallurin.

Í FM kappingini er Fípan Fagra næstfremst, men í dag stemmaði tað ikki heilt hjá teimum úr Klaksvík, sum tó í endaspurtinum vann kappingina um fjórða plássið ímóti Teistanum og Frúnni.

1Drekin05:21.29
2Firvaldur05:25.47
3Jallurin05:26.03
4Fípan Fagra05:27.39
5Teistin05:28.39
6Frúgvin05:29.46
7Ingibjørg05:39.20
8Sílið05:39.45
9Spógvin05:41.08
10Falkur05:49.05
1Drekin38
2Firvaldur30
3Fípan Fagra30
4Jallurin25
5Frúgvin17