Drekkivatnið í Kollafirði er reint, og áheitanin um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið, er tikin aftur
Nú nýtist kollfirðingum ikki at kóka vatnið, áðrenn teir drekka tað.
Fyri nøkrum døgum síðan kom áheitan frá vatnverkinum í Kollafirði um at kóka drekkivatnið, tí tekniskt brek var á vatnverkinum, sum møguliga kundi hava við sær, at vatnið ikki leyk allar ásettar treytir.
Brekið er nú rættað, og vatnið er reint. Tískil er ikki neyðugt at kóka drekkivatnið í Kollafirði, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.