Harrans hermenn í Uganda halda ikki hvílidagin heilagan. Seinasta sunnudag lupu teir á eina flóttafólka-legu 25 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin Kampala. Tá teir fóru haðani, høvdu teir beint fyri 192 sivilfólkum.
LRA, sum er styttingin fyri enska navnið hjá Harrans mótstøðuheri, hevur síðani 1986 stríðst fyri at koyra Yoweri Museveni, forseta frá. Politiska dagsskráin hjá herinum er ógreið, men málið er at taka valdið í Uganda og at stýra landinum eftir teimum tíggju boðunum.
LRA hevur sína høvuðsstøð í grannalandinum Sudan, og amerikanska fregnartænastan heldur, at herurin telur um 3.000 mans. Fyri einum ári síðani vildi stjórnin í Kampala vera við, at Harrans mótstøðuherur var niðurbardur, og at leiðslan í herinum var sinnað at tosa um frið. Men vantandi álit ímillum partarnar gjørdi, at ongar samráðingar komu í lag.
Ein talsmaður hjá ugandisku stjórnini segði tá, at Harrans mótstøðuherur var komin á fallandi fót, men sivilfólkið hevur sannað nakað annað. Síðani seinasta summar hava Harrans hermenn framt fleiri sera blóðug álop, og tær seinastu vikurnar eru álopini harðnað.
Sambært altjóða felagsskapum er tað ikki heilt rætt at tosa um hermenn, tá tosað verður um LRA, tí flestu hermenninir eru børn og ungdómar, sum herurin hevur burturflutt, og sum verða noydd at berjast fyri hann. Ugandisku myndugleikarnir siga, at í fjør vórðu meiri enn 5.000 børn burturflutt. Tey verða síðani nýtt sum hermenn ella seld sum skøkjur, siga myndugleikarnir.
Ræðuleikar
Tað er næstan einki mark fyri, hvat Harrans hermenn kunnu finna uppá, tá teir leypa á sivilfólkið. Mál teirra er at ræða fólk, og tað verður gjørt á ein so ræðuligan hátt, at fólk í tíggjutúsundatali eru flýdd frá húsi og heimi undan teimum.
Fyri nøkrum døgum síðani tosaði BBC við tann 23 ára gamla David, sum hevði verið fangi hjá Harrans heri.
- Teir bundu meg, løgdu meg niður og søgdu, at eg mátti ikki geva ljóð frá mær. Síðani setti ein teirra seg á bringuna á mær, meðan ein annar helt beinum mínum. Ein triði tók eina øks. Fyrst høgdi hann vinstra arm av mær, síðani hin armin, og at enda tók hann ein knív og skar nøsina, oyruni og varrarnar av mær, greiddi David BBC-tíðindamonnunum frá. Revsingina fekk hann, tí Harrans hermenn vildu vera við, at hann var í herinum hjá stjórnini.
Mannarættindafelagsskapir og ST hava fleiri ferðir fordømt Harrans mótstøðuher. Felagsskapirnir hava skotið upp, at leiðararnir í herinum verða drignir fyri ein krígsbrotsmannadómstól, men hesum hevur Barnahjálparfelagsskapurin ávarað ímóti. Har stúra tey fyri, at eitt slíkt rættarmál fer at fáa avleiðingar fyri tey rændu børnini.
(Kelda: NTB)