- Eg fari í feriu eitt sindur fyri ólavsøku. Tá fari eg at slappa av saman við familjuni. Tað fyllir mín tanga at hugna mær saman við familjuni. Væntandi fara vit at gera nakrar útferðir í Føroyum

Dreymaferðin er í sólini sunnanfyri

- Bikini, sólstól og sólkrem, so koyrir tað. Tá tað er sagt, so dámar mær eisini øgiliga væl at vera heima. Eri faktiskt rættiliga heimkær, sigur Ann Hermansdóttir

- Eg fari í feriu eitt sindur fyri ólavsøku. Tá fari eg at slappa av saman við familjuni. Tað fyllir mín tanga at hugna mær saman við familjuni. Væntandi fara vit at gera nakrar útferðir í Føroyum

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Mær dámar so væl at vera í Føroyum um summarið, so eg leggi einki í at fara av landinum, tá Føroyar vísa seg frá síni bestu síðu. Tá dámar mær betri at ferðast um veturin ella várið.

 

Tað sigur Ann Hermansdóttir.

 

- Maðurin og eg vóru ein túr á Gran Canaria í mars. Vit eiga eina dóttur, sum lesur í Danmark, so vit hava verið í Keypmannahavn og vitjað hana nakrar ferðir í ár. So fara vit øll - børn, svigerbørn og ommubarn og systir mín við familju - til Gran Canaria at halda jól í ár.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Eg fari í feriu eitt sindur fyri ólavsøku og til fyrst í august. Tá fari eg at slappa av saman við familjuni. Tað fyllir mín tanga at hugna mær saman við familjuni.  Væntandi fara vit at gera nakrar útferðir í Føroyum, og hetta dámar okkum væl.

 

Ann Hermansdóttir sigur, at henni dámar eisini so væl ongar planir at hava, tá hon hevur feriu – og so bara taka tað, sum tað kemur. 

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Eg havi verið í flestu oyggjum í Føroyum, tó eru nakrar eftir. Havi til dømis ongantíð verið í Svínoy, og so havi eg heldur ikki verið í Mykinesi.

 

Hon vísir á, at einaferð hevði maðurin bjóðað henni ein túr við tyrluni út til Mykinesar at gista, men tíverri fekk tyrlan ikki lent, so tað varð av ongum.

 

- Men kanska verður tað í ár, at eg kann seta flugubein við at hava verið í Mykinesi, sigur Ann Hermansdóttir.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast? 

 

- Sum familja hava vit ferðast nógv. Fyri nøkrum árum síðan áttu vit ein autokampara, og tá koyrdu vit suður ígjøgnum Evropa – til Gardarsjógvin.

 

Hon sigur, at tey eisini vóru við autokampara í Póllandi og Svøríki, og tey hava eisini ferðast nógv í Danmark.

 

- Mín dreymaferia er at vera sunnanfyri og sóla mær. Eri kanska eitt sindur óinteresant í so máta, tí eg leggi einki í at ganga á søvn og líknandi, tá eg havi feriu.

 

##med2##

 

Og Ann Hermansdóttir leggur aftrat:

 

- Nei, bikini, sólstól og sólkrem, so koyrir tað. Tá tað er sagt, so dámar mær eisini øgiliga væl at vera heima. Eri faktiskt rættiliga heimkær, so at hava feriu og vera heima á Tinghúsvegnum er - næstan - líka gott sum sólferia sunnanfyri, leggur hon aftrat.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

- Eg fari í feriu eitt sindur fyri ólavsøku. Tá fari eg at slappa av saman við familjuni. Tað fyllir mín tanga at hugna mær saman við familjuni. Væntandi fara vit at gera nakrar útferðir í Føroyum