Dreymur jóansøkunátt í Norðurlandahúsinum

Nú ódnarveðrið hevur lagt seg, og valið er av, ber aftur til hjá fólki at fara at hugsa um at leita sær í Norðurlandahúsið til stórfingnu sýningina »Dreymur Jóansøkunátt« hjá Grímu eftir mæta skaldinum William Shakespeare.

Leikurin hevur fingið avbera góð ummælir og er ein uppliving fyri bæði eygu og oyru. Týðingin hjá Axel Tórgarð fellur leikandi lætt, eins og leikararnir allir fáa bestu ummælir. Eisini setir Stamen Stanchev serligan dám á framførslurnar við tónleiki sínum.

Shakespeare á palli í Føroyum er onki minni enn stórhending, kanska at meta við mentunarkollvelting, at tað ber til at fáa hann at klinga á føroyskari tungu. Vit kunnu eisini spyrja okkum, hvat tað er, sum ger henda 434 ára gamla gandakallin ódeyðiligan, so hann er eins áhugaverdur í dag, sum í síni samtíð, ikki minst fyri yngra ættarliðið, sum kring allan heim fyllir leikhús og biohallir dag um dag at síggja leikir hansara.

Vónandi verður eisini soleiðis hjá okkum nú dreymurin fer at nærkast endanum. Umframt, at skipað verður fyri skúlasýningum, verður spælt hetta vikuskifti og komandi viku afturat.

Tað verður ongin sýning eftir 22. mars, tá skal húsið riggast til onnur tiltøk, so tey sum bíða til seinastu løtu og vænta, at tey fara óivað at spæla longri, kunnu lættliga verða við sviðið soð.

Ein eykasýning verður tó seinnapartin leygardagin 2. mars 1998 kl. 15.00 fyri bindiklubbum. Til hesa sýning verða nøkur fá atgongumerki seld umframt, fyri at fylla salin.

Annars verða sýningar frá týsdegi til leygardag kl. 19.30 og sunnudagar kl. 16.00.

Atgongumerki eru at fáa í húsinum og á Kunningarstovuni.


Brot úr ummælum:

Dagny Joensen skrivar í Sosialinum: »Í Dreymur Jóansøkunátt« verða leiklistargreinar av ymsum slag tiknar fram, og tað er so væl fráfarið, at tað verður til søguna um føroyska leiklist frá áhugaleiki til yrkisleik. Tað riggar væl«.


Beate L. Samuelsen skrivar í Dimmalætting: »Um at verða besettur av kærleikanum er evnið, ið ongantíð verður liðugt troytt. Tað ber leikur Shakespeares dám av? Í »Dreymur Jóansøkunátt« kemur kærleikin í hóslag við dreym og trøllakent snildni«.


Høgni Djurhuus sigur í Útvarpinum: »Tað er hugaligt hjá øllum okkum, sum ikki duga føroyskt, at hoyra so gott mál, sum í týðingini hjá Aksel Tórgarð. Føroyskt kann brúkast til Shakespeare. Sum tað er. Ikki eitt orð, ikki ein vending virkar konstruerað«.