Dreymurin er ein Listaskáli

Tað er ikki ósannlíkt, at avmarkaðu umstøðurnar halda teimum kendu listafólkunum burtur frá Norðoyastevnuframsýningini, heldur formaðurin í Norðoya Listafelag. Í løtuni verður arbeitt við at skaffa felagnum betri hølir


Tað er Norðoya Listafelag, sum hevur skipað fyri Norðoyastevnuframsýningini síðani 1981, tá felagið var stovnað, men framsýningini hevur røtur heilt aftur í 1960ini.
 

Ikki bestu umstøður
Bernhardina Klein, formaður í felagnum greiðir frá, at longu í 1960 unum byrjaðu listafólk sjálvi at skipa fyri listaframsýning á Norðoyastevnu, og at nógv av okkara kendu listafólkum hava sýnt fram fyrstu ferð á Norðoyastevnuframsýningini. At so fá av teimum kendu listafólkunum hava verið at sæð á framsýningini seinnu árini, kemst ivaleyst av, at møguleikarnir eru so avmarkaðir, heldur hon.
- Umstøðurnar eru ikki av teimum bestu til endamálið, og so hongur framsýningin eisini bert uppi í tveir dagar, so tað er kanska ikki so løgi, at tey heldur velja at taka av betri tilboðum um at sýna fram, sigur Bernhardina og leggur afturat, at Norðoya Listafelag í eina tíð hevur arbeitt við at skaffa síni egnu høli. Felagið eigur longu ein bygning í Klaksvík, men tey eru nokk fleiri sum halda, at hann ikki liggur nóg væl fyri og ikki er serliga væl egnaður til framsýningar og annað virksemi hjá einum slíkum felag. Í løtuni verður tað høli bert brúkt til at hýsa teimum nógvu listaverkunum, sum felagið eigur, men tað er sjálvsagt spell, at fólk ikki hava høvi at síggja teir. Ymsir aðrir hølismøguleikar hava tí verið uppi og vent, men enn er ongin avgerð tikin.

Droyma um Listaskála
- Dreymurin er sjálvandi at byggja ein rættiligan Listaskála einaferð, men tað verður nokk ikki í bræði. Kanska er tað eisini skilagott at byrja í tí smáa og fyrst fáa eina mynd av, hvør tørvurin hjá felagnum veruliga er, áðrenn farið verður undir at byggja, heldur Bernhardina Klein, sum tó ikki ivast í, at ein bygningur, sum varð bygdur serliga til endamálið, hevði verið besta loysnin.
Umframt afturvendandi Norðoyastevnuframsýningina, skipar Norðoya Listafelag av og á fyri serstøkum framsýningum. Millum tær, sum hava verið á skránni, kunnu nevnast framsýningar av verkum hjá Elinborg Lützen, Mikines og Fridu Zachariassen. Eisini skipaði felagið fyri eini listaframsýning, tá Norðoyatunnilin lat upp.