Didier Drogba gekk á odda, tá Chelsea í kvøld í seinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions league tryggjaði sær víðari luttøku. Barcelona, AC Milan, Arsenal, Marseille, APOEL Nicosia, Zenit og Bayern Leverkusen eru eisini víðari.
Chelsea skuldi vinna ella spæla 0-0 móti Valencia á heimavølli fyri at koma víðari úr bólki E. Andre Villas-Boas valdi aftur hesa ferð at byrja við Didier Drogba í álopinum, meðan Fernando Torres sat á bonkinum. Tað tók Didier Drogba bara tríggjar minuttir at vissa Chelsea venjaran um, at hann hevði valt rætt, tá hann við vinstrabeins skoti legði heimaliðið á odda.
Stutt fyri hálvleik økti Ramiers eftir eina eitt sindur miseydnaða avlevering frá saman Didier Drogba. Chelsea miðvallarin helt tó áfram at trýsta og endaði við at vinna seg framum verjuleikaran og økti til 2-0. Didier Drogba økti í seinna hálvleiki til endaliga úrslitið 3-0.
Av tí at Bayern Leverkusen ikki megnaði at vinna á Genk gjørdist Chelsea vinnari av bólki E. Við sigrum á Newcastle í heimligu kappingini og sigrinum í bólki E er týstið á Andre Villas-Boas minkað nógv.
Í bólki F var Arsenal longu víðari undan seinasta dystinum. Arsene Wenger hevði tí fleiri av yngru leikarunum á vøllinum í kvøld. Tað sást eisini í fyrra hálvleiki, tí heimaliðið, Olympiakos, skoraði tvær ferðir fyri steðgin.
Yossi Benayoun minkaði um munin fyri Arsenal í seinna hálvleiki, meðan Olympiakos tryggjaði sær sigurin við máli til 3-1. Hóast sigurin, so kemur Olympiakos ikki víðari, tí Marseille megnaði at vinna í Týsklandi móti Borussia Dortmund.
Í bólki G komu Apoel Nikosia og Zenit víðari. Apoel tapti á heimavølli móti Shakhtar Donetsk, meðan einki mál kom í dystinum millum Porto og Zenit.
Í bólki H var ongin spenningur undan seinasta umfarinum. FC Barcelona og AC Milan høvdu longu tryggja sær víðari luttøku sum ávíkavist nummar eitt og tvey. Barcelona stillaði upp við fleiri ungum leikarum og vann 4-0 á BATE Borisov. Sergi Roberto, Martin Montoya og tvær ferðir Pedro skoraðu málini hjá Barcelona.
AC Milan vann eisini sín dyst. Robinho og Alexandre Pato skoraðu fyri AC Milan í 2-1 sigrinum á Viktoria Plzen.
Bólkur E:
Chelsea Valencia 3-0
Genk Bayern Leverkusen 1-1
Støðan:
1. Chelsea 11
2. Bayern Leverkusen 10
3. Valencia 8
4. Genk 3
Bólkur F:
Olympiakos Arsenal 3-1
Borussia Dortmund Marseille 2-3
Støðan:
1.Arsenal 11
2. Marseille 10
3. Olympiakos 9
4. Borussia Dortmund 4
Bólkur G:
Apoel Nikosia Shakhtar Donetsk 0-2
Porto Zenit 0-0
Støðan:
Zenit 9
Apoel Nikosia 9
FC Porto 8
Shakhtar Donetsk 5
Bólkur H:
Barcelona BATE Borisov 4-0
V. Plzen AC Milan 1-2
Støðan:
Barcelona 16
AC Milan 11
Viktorian Plzen 4
BATE Borisov 2