Tað vóru ikki amatørar, sum stóðu aftanfyri dronurnar, ið vórðu orsøkin til, at fleiri enn 50 flogfør ikki sluppu avstað - ella ikki fingu lent í Brüssel og sum eisini vóru orsøkin til, at loftrúmið yvir Belgia varð stongt.
Tað sigur verjumálaráðharrin í landinum, Theo Francken.
- Tað er týðiligt, at tað er nakað størri enn amatørar, sum vóru í gongd her. Vit noyðast at handla skjótt, vóru boðini hjá verjumálaráðharranum til verjunevndina í belgiska tjóðartinginum í gjár, og tað er tíðindastovan, Belga, sum endurgevur.
Í gjár vórðu 54 flogfør útsett ella avlýst á Zaventem-flogvøllinum í Brüssel, eftir at dronur órógvaðu har og yvir flogvallir og flogstøðir aðrastaðni í landinum - eisini kvøldið fyri.
Onsdag var rundt 54 flygninger innstilt ved Brussel flyplass Zaventem etter at droneobservasjoner der og over flyplasser og flybaser andre steder i landet forstyrret
Verjumálaráðharrin sigur, at hetta er ein álvarslig og reell hybrid-hóttan, sum hann tekur til, samstundis sum hann vísti á líknandi hendingar aðrastaðni í Evropa.
- Dronurnar hava eitt bevíst mál, sum er at órógva. Vanligir radio-frekvensir vórðu ikki brúktir, men 4G- og 5G-net.
Og verjumálaráðharrin, Theo Francken, leggur aftrat:
- Hetta eru hálvprofessionellar dronur, sum flugu skipað – nakað, sum ikki hvør sum helst kann gera. Fleiri ábendingar eru um skipað átak, sigur belgiski verjumálaráðharrin.
Belgiski forsætisráðharrin, Bart De Wever, hevur kallað stjórn landsins saman til snarfund í dag.
Í nátt vórðu dronur yvir fleiri belgiskum flogvallum osøkin til, at myndugleikarnir stongdu alt loftrúmið yvir Belgia.











