Drotningin er nú á veg heim til Fredensborg Slot.
– Hennara hátign hevur tað gott, men skal framvegis taka tað róligt, skrivar kongshúsið.
Margretha varð mánadagin innløgd, eftir at ein CT-skanning hevði víst eina størri blóðsavning í mjadnarykinum.
Sambært kongshúsinum stavar blóðsavningin frá, at hon áður er dottin.
Fyri góðari viku síðani varð drotningin eisini innløgd við hjartakrampa. Tá varð ein sokallað ballónvíðkan framd í einari æðr í hjartanum.
Kongshúsið upplýsir, at fyribils eru ongar broytingar gjørdar í almennu skránni hjá Margrethu. Kortini verður støða tikin frá degi til dags, um hon kann luttaka í teimum tiltøkum, sum eru á skránni.










