Mánadagin varð norðurlendski felagsskapurin hátíðarhildin, nú norðurlendska felagið NORDEN fyllir 100 ár. Í hesum sambandi varð nýggj samrøða gjørd við Drotning Margrethu, har hon setti orð á tað serliga bandið, sum er millum norðurlondini.
- At vera norðurlendskur er ein partur av grundarlagnum fyri meg og okkum øll í norðurlendsku londunum. Fyri meg er tað sera natúrligt, at vit hoyra saman. Vit kunnu vera ymisk í teimum ymsu londnunum, men innanhýsis líkjast vit hvørjum øðrum eitt sindur meira, enn vit líkjast nøkrum øðrum av grannalondum okkara, sigur Drotning Margretha í videosamrøðuni, sum Kongahúsið hevur deilt.
- Tað ger meg øra
Í samrøðuni varð millum annað tosað um felags norðurlendska málið, og mátan ung í Norðurlondum samskifta sínámillum. Drotningin skilir ikki, hví ung í Norðurlondum ikki tosa saman á norðurlendskum máli heldur enn á enskum.
- Tað ger meg øra í høvdinum. Eg haldi, tað er so skeivt, men trupulleikin liggur sjálvandi í tí, at tey ikki hava havt so nógv svenskt og norskt í skúlanum, eins og vit høvdu í mínari skúlagongd, sigur Drotning Margretha.
##med2##
Drotning Margretha tosar sjálv flótandi svenskt, og umframt at hava lært tað í skúlanum er ein av høvuðsorsøkunum til tað, at mamma hennara var svensk. Tí lærdi Drotning Margretha svenskt tíðliga í barnaárunum, soleiðis at hon kundi samskifta ómakaleyst við síni svensku sysktinabørn.
Hon tosar harafturímóti ikki flótandi norskt, men skilir tað, tá tað verður tosað. Men hennara meining er, at vit í minsta lagi eiga at tosa eitt annað norðurlendskt mál enn okkara móðurmál.
Tú kanst síggja alla samrøðuna við Drotningina HER.