Drotningin til Føroya

Hennara hátign Margerta Drotning kemur til Føroya at vitja á Hvítusunnu

Í sambandi við, at tað eru 1000 ár síðani Føroyar vórðu kristnaðar, koma Margreta Drotning og Hendrikur Prinsur til Føroya til hátíðarguðstænastuna, ið verður hildin hvítusunnudag, tann 11. juni.

Hesum boðaði ríkisumboðskvinnan frá í tíðindaskrivi í gjár.

Ætlanin er, at drotningin og prinsurin skulu koma til Føroya við flogfari leygardagin 10. juni, og síðani sigla tey til Havnar á morgni Hvítusunnudag tann 11. juni, ið somuleiðis er føðingardagurin hjá Hendriki Prinsi.

Drotningin og prinsurin flúgva aftur til Danmarkar longu tann 12. juni.