Í kvøld hevur Margretha drotning hildið nýggjársrøðu. Stórur partur av røðuni snúði seg um koronusmittuna og avleiðingarnar av henni.
– Vit hava kent, hvussu nógv samband til onnur menniskju hevur at siga, hvussu týdningarmikil tey tøttu bondini eru fyri okkum, og hvussu avgerandi álit til hvønn annan og samfelagið er, segði Margretha drotning í røðuni.
Drotningin nevndi sum vant eisini Føroyar og Grønland í røðuni.
– Korona farsóttin hevur eisini havt ávirkan á lívið í Grønlandi og Føroyum. Bæði samfeløgini hava við stórum innsatsi og góðsemju megnað at avmarkað útbrotið av sjúkuni, men kortini hevur farsóttin verið dýrgoldin kennskapur. Ferðavinnan, sum seinastu áriniu hevur havt størri og størri týdning fyri bæði samfeløg, er mest sum steðgað heilt – við stóru fíggjarligum missi sum fylgju.
– Í summar vóni eg, at eg aftur kann vitja Føroyar og Grønland. Eg gleði meg aftur at vitja Føroyar – tær deiligu oyggjarnar og tað ærukæra fólkið í norðuratlantshavi. Eg gleði meg at síggja ta rúkandi menning, sum samfelagið hevur havt síðani seinastu vitjan mína í 2016, segði drotningin, sum ynskti øllum føroyingum eitt gott nýggjár.
Margretha drotning hevur vanliga vitjað fimta hvørt ár í Føroyum. Hon skuldi koma til Føroya at vitja á sumri í 2015, men ferðin varð útsett eitt ár orsakað av fólkatingsvalinum. Seinasta vitjanin var tí á sumri í 2016.
Nýggjársrøðan hjá Margrethu drotning kann síggjast í Kringvarpinum kl. 19:00.