Bretska blaðið Sunday Times veit at siga, at Elizabeth drotning hevur givið boð um at byggja nøkur serlig trygdarrúm í slottinum Buckingham Palace. Rúmini skulu verja drotningina og kongshúsið ímótui møguligum yvirgangsatsóknum.
Sambært blaðnum skulu rúmini hava 46 sentimetrar tjúkkar stálveggir, ið skulu tola álop við bumbum ella gassi. Veggirnir skulu eisini tola, at eitt flogfar rennir á Buckingham Palace. Í rúmunum verður øll hugsandi trygdar- og samskiftisútgerð og so mikið at mati og øðrum, at drotningin og húski hennara skulu kunna vera har í eina viku ísenn.
Sambært Sunday Times fer hvørt trygdarrúm at kosta 7,5 milliónir krónur.