Tá norska løgreglan jólaaftansmorgun fór umborð á Ullsfjord-ferjuna, vísti tað seg, at bæði skiparinm og stýrimaðurin høvdu so nógv alkohol í blóðinum, at teir áttu ikki at føra skip. Nordlys skrivar, at teir báðir menninir høvdu sovið umborð á ferjuni jólaaftansnátt, og at teir høvdu sitið og hugnað sær. Tað hevði onkur sagt løgregluni, sum tí møtti á bryggjuni, júst sum ferjan skuldi loysa. Skiparin og stýrimaðurin noyddust í land, og reiðaríið mátti senda tveir aðrar at loysa teir av.