DSK fríkendur fyri skøkjuhald

Fyrrverandi franski fíggjarmálaráðharrin og stjórin í altjóða gjaldoyragrunninum IMF, varð í vikuni fríkendur fyri grovt skøkjuhald.

Dominique Strauss-Kahn varð í vikuni fríkendur fyri ákærurnar um grovt skøkjuhald. Hann var ákærdur fyri at vera partur av einum størri skøkjunetverki. Dominique Strauss-Kahn og hinir tíggju ákærdu vóru allir fríkendir og at enda ásannaði sjálvt ákærin, at ákærurnar ikki vóru nóg væl grundaðar, og bað sjálvur dómaran fríkenna ákærdu.

 

Dominique Strauss-Kahn skal eitast at hava luttikið í sexveitslum, sum eitt størri skøkjunetverk hevur skipað fyri á Carltonhotellinum í franska býnum Lille. Hann var ákærdur fyri at skipa fyri líknandi veitslum í París, Bruxelles og Washington, men noktaði seg sekan. Hann játtaði, at hann hevði verið á hesum veitslunum, men segði seg ikki vera vitandi um, at kvinnurnar vóru skøkjur.

 

Dominique Strauss-Kahn hevur eina lovandi yrkisleið sum politikkari aftan fyri seg, men allar vónir tí viðvíkjandi eru nú brostnar, hóast hann er fríkendur.

Hann sat eitt skifti sum fíggjarmálaráðharri í Fraklandi og hevur fingið æruna fyri, at Frankaríki fótaði sær aftur eftir kreppuna í nítiárunum. Hann mátti fara frá sum fíggjarmálaráðharri í 1999, eftir at hann var ákærdur fyri mutur. Hann var tó seinni fríkendur fyri hesar ákærurnar.

 

Eina tíð var hann í umbúna at gerast forsetavalevni hjá franska javnaðarflokkinum, men tá allar sex-søgurnar komu undan kavi, brast tann dreymurin.

 

Dominique Strauss-Kahn hevur eisini verið stjóri í altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, men mátti fara frá í 2011, eftir at ein stovugenta á einum hotelli í New York ákærdi hann fyri neyðtøku. Ákæruvaldið slepti ákærunum, meðan kvinnan og Dominique Strauss-Kahn blivu ásamd um eina avtalu í einum borgarligum rættarmáli.

 

Ein fronsk tíðindakvinna meldaði hann um sama mundið fyri neyðtøkuroynd í 2003, men tann ákæran varð avvíst, við tí grundgeving, at hon var fyrnað.