Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?
- Eg dugi illa at seta orð á kenslurnar, nú dagurin, tá fyrsta skotið fyri Eysturoyartunlinum verður latið av, verður um nakrar fáar dagar. Tunnilsmálið hevur verið ein óloysiligur partur av politiska lívi mínum síðan 2011. Hetta hevur, sum Churchill tók til á sinni, kostað "blóð, sveitta og tár", men nú eru bert 10 dagar eftir, til dreymurin verður, og arbeiðið byrjar. Tað er fantastiskt.
Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður. Men, hvønn týdning heldur hann, at Eysturoyartunnilin fer at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar?
- Eysturoyartunnilin kemur at hava stóran týdning. Hann fer at knýta miðøkið tættari saman og fer at stytta munandi um farleiðina millum fólkaríkastu økini í landinum. Eisini fer stytta farleiðin at minka um útlátið av kolsúrni, nú túsundtals tons av olju verða spard. Sjálvsagt verður kapping innan handils-og tænastuvinnuna, men kundaskarin verður størri og mobilari.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Áhugin at seta búgv í Suðureysturoy er stórur og fer uttan iva at økjast enn meira so hvørt, sum dagurin nærkast, tá tað verður koyrandi gjøgnum tunnilin. Húsaprísirnir kring Skálafjørðin eru hækkaðir, og eftirspurningurin er vaksin, síðan tunnilsætlanin varð samtykt. Bíðilisti er til grundstykki til sethús, og helst eru nýggjar útstykkingar til sethús ein tann størsta avbjóðingin hjá kommununum í hesum øki.
Kári P. Højgaard heldur, at tunnilin fer at skapa ringvirkningar, og uttan iva fer fólkatalið eisini at veksa í Eysturoynni, nú tað verður nærum lïka skjótt at ferðast við bygdaleiðum til Havnar sum av Norðasta Horni, Kaldbak ella Kollafirði oman á Farðstøðina.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Havnin fer framhaldandi at verða ein kraftdepil á sama hátt sum nú. Hetta økið veksur skjótast í landinum, og høvuðstaður okkara verður heldur einki undantak - á sama hátt, sum vit síggja tað í okkara grannalondum. Eg meti, at tunnilin fer at fáa somu positiva ávirkan fyri Havnina, nú frástøðan í meginøkinum er tódnað niður í 15 til 30 minuttir, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.