Dukkuleikur í heyst­frítíðini

Karavella Marionett-Te­at­­ur fram­­før­­ir »Rev­­u­r­­in við silki­­turr­­­i­klæðnum« í Hoy­­døl­­um mik­­u­­dag­­in og hós­dagi­n

Í heystfrítíðini hevur ný­stovn­aða Karavella Mar­i­on­ett-Te­atur fýra framførslur av lei­k­i­num »Rev­ur­in við silk­i­turr­i­klæð­i­num«. Á ólav­søku vóru fyrstu sýningarnar, tær vóru væl vitjaðar.
Leikurin er bygdur á klass­iska æv­in­týri hjá Charl­es Perrault (1628 – 1703): »Le chat botté” (Køtturin í styvlum). Hendan útgávan av søguni snýr seg um seym­i­konudóttrina Elisu, sum stendur einsamøll eftir í verð­ini. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæði, einasta minni hon hevur eftir deyðu mammu sína. Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar, men end­a­málið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt. Leikurin er um 45 minuttir og er fyri børn og øðrum sum dámar ævintýr.
Karavella Marionett-teat­ur hevur í løtuni 13 leik­ar­ar. Rakel Helmsdal er leik­hús­stjóri og hev­ur sjálv skapt leik­arar­nar, leik­hús­ið, skriv­að leik­in og spæl­ir all­ar leik­lut­ir­nar­. Hon hev­ur tó fing­ið holla hjálp frá Ole Jak­ob Niel­sen (Før­oysk Træslist) til at smíða leik­húsið, og Hed­vig Westerlund-Kapnas hev­ur lei­­k­stjórn­að. Árni Bald­vins­son og Kjart­an Nols­øe Jesp­er­sen hava staðið fyri ljós- og ljóð­tøkni.
Rakel Helmsdal hevur áð­ur roynt seg í flestu greinum inn­an leik­list, spældi m.a. við í fleiri Leik­hús­kab­a­r­e­tt­um síðst í 80’u­num, og hev­ur síð­ani fing­ist við ym­iskt hand­an pall: at leikstjórna, seta ljós og ljóð, seyma bún­ar og smíða pall, verið fram­leiðsl­u­stjóri og skriva leikir.
Áhugi hennara fyri mari­o­n­ett­leiki stavar heilt frá barn­a­áru­num. Páp­a­beiggi henn­ara hevði eitt væl­út­g­jørt dukk­u­leik­hús úr pappi, og hevði fing­ið alla fam­ilj­una at spæla Hamlet inn á spola­bandupptakara. Seinni sá hon eisini fleiri ferðir Silke­borg ­Dukketeater við føro­ysku Ragn­heið­ur Skipp­er, sum plagdi at hava mar­i­on­ett­leik­ir á ólav­søku. Hes­ar berg­tak­andi upplivingarnir fóru ongantíð heilt úr hugn­an­um, og í tannárunum fekk hon pápa sín, dugnaliga træ­list­a­mannin Ole Jakob Niel­sen, at gera sær sína fyrstu marionett.
Seinni fór hon av álvara at granska marionettir og í fjør gjørdi hon álvara av og fór undir verkætlanina Kar­a­vella Marionett-Teat­ur. Ein námsferð til mar­i­onett­høv­uðss­taðin Prag var start­skot­ið og síðani hevur hon mo­del­lerað dukkurnar og seymað bún­ar og so við og við sett verk­ætl­anina saman.
Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra, lætt og siglir skjótt.  Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt til at taka sundur og fara á ferð við. Móti heysti fer »Revurin við silkiturriklæðinum« at ferð­­ast kring landið. Ætlanin er at seta ein nýggjan leik upp á hvørj­um ári. Eftir heyst­frí­tí­ð­ina fer karavellin á ferð við Listarleypinum.
Í heystfrítíðini verða fýra sýn­ingar, tvær mikudagin tann 12. oktober kl. 15 og 18 og tvær hósdagin 13. somu tíðir. Sýn­ing­arnar verða í nýggju »Lonini« við Stu­dent­a­skúl­an í Hoy­døl­um. Atgongumerki fá­ast við dyrnar tíma undan sýn­ing.
Les alt um Karavella Mar­i­on­e­tt-Te­atur á karavella-marionett.blogspot.com