Nú tosar Aston Villa leikarin og írski landsliðsleikarin, Richard Dunne, um hvussu hann flenti eftir Fraklandi, tá teir fóru úr HM.
- Eg sá tað ikki, men eg flenti, sigur Richard Dunne.
Tað var 19. novembur í fjør, at Írland og Frakland møtust í einum playoff dysti um at koma í HM endaspælið í Suðurafrika. Í seinna dystinum stóð alt á jøvnum, tá Thierry Henry nýtti hondina til hjálpar og legði upp til avgerandi málið í dystinum.
- Henry váttaði eftir dystin, at hann nýtti hondina, men tað hjálpir ikki uppá nakað. Vit vóru snýttir, segði Richard Dunne á sinni eftir dystin ímóti Fraklandi.
Eftir dystin kom øði í grindina og alt frá Thierry Henry, umvegis Michel Platini, til Sepp Blatter fingu skyldina fyri tapi hjá Írlandi.
-Um tú snýtir fyri at koma til HM endaspælið, so kanst tú akkurát tað sama gera eina roynd meðan tú ert har, sigur Richard Dunne nú.
Frakland fekk sum kunnugt einki burturúr HM endaspælinum og fóru flongdir heim úr Suðurafrika eftir kanska pínligastu HM luttøkuna nakrantíð. Nicloas Anelka varð sendur heim, leikararnir vildu ikki venja og kundu heldur ikki avlevera til teir, ið ikki vóru ein partur av klikuni. Tað endaði eisini við, at venjarin hjá Fraklandi, Raymond Domenech fekk sekkin eftir HM endaspælið.
(www.dailymail.co.uk)