Dupult gull til Havnina

Havnar Telvingarfelag vann greipuna, tá finalurnar í ungdómstelving vóru á skránni

talv

Leygardagin 27. mars 2004 skipaði Talvsamband Føroya fyri finalu í ungdómstelving fyri lið. 4 telvarar eru á hvøjum liði og umhugsingartíðin er 10 minuttir í part til hvørt talvið.
Klaksvíkar Talvfelag hevði finaluna í Ósáskúlanum og var finalan hegnisliga løgd til rættis og avgreidd undir sera góðum umstøðum.
Kapping er skipað soleiðis, at telvararnir eru býttir í tveir aldursbólkar. Yngri aldursbólkurin er telvarar til og við 4. skúlaflokk, meðan eldri bólkurin fevnir um telvarar frá 5 ? 10 flokk.
Undankappingar hava verið í Vestmanna og á Argjum í mars mánað 2004. Í eldra bólkinum kvalifiseraðu 6 lið seg til finaluna, meðan undurtøkan hjá teim yngru bert rakk til ein finalubólk uppá 3 lið. Umframt finalubólkinum var eisini opin bólkur hjá teim eldru fyri liðum, sum ikki høvdu kvalifiserað seg til finalubólkin.
Eins og í 2003 fór Havnar Telvingarfelag avstað við gullinum í báðum bólkunum.

Úrslit ? 5. flokk og eldri:

HT133,5
KTF125,5
KTF218,0
HT217,0
KT113,5
HT312,0

HT1 vann finaluna sannførandi og KTF1 var eisini greitt á øðrum plássi. Undankappingarnar vístu sama mynstrið ? Havnar Telvingarfelag nr. 1 og Klaksvíkar Talvfelag nr. 2. Tó vann HT innanhýsis dystin í finaluni tepurt, við 4,5 móti 3,5. KTF2 tryggjaði sær 3 plássið við m.a. at vinna innanhýsis dystin ímóti KTF1 við 5 stigum ímóti 3.
Á vinnandi havnaliðnum vóru: Helgi Ziska, Rógvi Mortensen, Margar Berg og Hjalti Toftum Jógvansson. Havnar Telvingarfelag vann undankappingarnar sera sannførandi ? felagið vann 86 talv út av 88 møguligum. Helgi og Hjalti megnaðu at telva undankappingar og finalu uttan at tapa nakað talv. Helgi fekk samanlagt 31,5 út av 32 møguligum, meðan Hjalti telvdi 3 javnleikir.
Í opna bólkinum vann TT sannførandi. TT fekk 3 pláss í fyrstu innleiðandi kappingini, men luttók ikki í næstu kappingini á Argjum og rakk tískil ikki finalubólkin.

TT23,5
Rókur113,5
KTF37
HT52

Á vinnandi Toftaliðnum vóru: Arnhold Jacobsen, Jógvan Juul Olsen, Andrias W. Danielsen og Oddur Højgaard.

Úrslit ? 4. flokkur og yngri:

Úrslitið í yngra finalubólkinum gjørdist neyvt hitt sama sum í undankappingunum.

HT410,5
VT7,5
Rókur6,5

Á vinnandi havnaliðum vóru: Heiðrikkur Jacobsen, Olaf R. Samuelsen, Eli Nolsøe Leifson og Tóri Jacobsen. og Dánjal P. Nielsen.


FM á Toftum

Í døgunum 3. ? 10. apríl fara nógvir av ungu telvarunum at royna seg í FM fyri einstaklingar sum í ár er á Toftum. Ungdómstelvingin er í menning og áhugin fyri kappingini er sera stórur ? 37 unglingar hava teknað luttøku og er hetta nærum ájavnt metinum í unglingabólkinum sum var sett tá FM kappingin var í Havn 2003 ? tá luttóku 41 unglingar.