Dupultfløga við kvæðum

Tutl sendi mánadagin næstu dupult-fløguna við føroyskum dansi á marknaðin Tað er Dansifelagið í Havn ið dansar. Á fløgunum er Dvørgamoy 1, Sverke, Kópakvæði, Vaagen, Tístram og Risin á Leittrabergi.

Flestu upptøkurnar hevur Dansifelagið í Havn gjørt í egnum hølum, Gramar hevur sniðgivið húsan og listamaðurin Bárður Jákupsson hevur gjørt kápumyndina.