Durita verið víkingur í 18 ár

Durita Dahl Djuurhus hevur verið víkingur í 18 ár, og hevur tí nýtt sína frítíð til at ferðast runt í heiminum á víkingamarknaðar. Í ár skipar hon, saman við víkingum úr øðrum londum, fyri víkingabýnum á G!

Durita Dahl Djuurhus hevur verið víkingur í 18 ár, og hevur tí nýtt sína frítíð til at ferðast runt í heiminum á víkingamarknaðar. Í ár skipar hon, saman við víkingum úr øðrum londum, fyri víkingabýnum á G!

 

- Vit gera ein bardaga sum handlar um flokksmennirnar, og ein stórur partur av tí søguni gekk fyri seg á akkurát hesum staðnum her, sigur Durita, og leggur afturat, at tey sum koma øðrum londum frá, halda tað er heilt fantastiskt við søguni, men eisini bara útsýninum sum er her.

 

Durita hevur ikki verið við á víkingabýnum á G! áður, men í ár slóðu hon og Angela seg saman, og avgjørdu at barnatiltakið í ár skuldi verða víkingabýurin.

 

- Tað hava ikki verið so nógv børn í dag, men tað hevur givið okkum tíð til at fáa alt at koyra, tí tey sum ikki eru frá Føroyum, og eru við her, hava ikki roynt at gjørt hetta við børnum fyrr sum vit gera her, so tey skuldu eisini setast inn í tað heila, men nú er alt klárt, og vit vænta nógv børn í morgin og restina av festivalinum, sigur Durita.

 

Tá ið Durita ikki er víkingur er hon sum ein púra vanligur føroyingar. At vera víkingur er ikki nakað, ið kom óvart á hana, tí síðani hon var lítil hevur hon altíð verið sera áhuga í teimum.

 

- Eg havi altíð hildið at víkingatíðin var spennandi, eg minnist væl at abbi fortaldi søgur. Eg havi altíð verið so imponera av hvussu man gjørdi tá ið tíðina, tí man hevði ikki maskinur os.fr., sigur Durita.

 

Men tað var ikki fyrr enn hon sum vaksin búði í Danmark, at hon av álvara byrjaði lívið sum víkingur. Hetta kom í lag tá ið nøkur vinfólk hon hevði í Danmark byrjaðu at vera víkingar.

 

- Eg minnist at eg hugsaði at hetta var feitt, og tað vildi eg beinanvegin verða við til, sigur Durita smílandi.


Durita endar samrøðuna við at siga, at hon heldur tað verða nakað heilt serligt at sita um kvøldarnar, øll í víkingaklæðum við báli og syngja og hugna sær saman.