Dusinið er fult hjá ÍF

Tað hevur gingið væl hjá ÍF hesa vikuna, har teir hava fingið fult í tveimum dystum, og nú veruliga eru har, sum tað er stuttligt at verða

Fyribils kunnu fuglfirðingar leggja niðurflytingarprát á hillina, aftaná tvey góð avrik farnu vikuna, fyrst ímóti AB á útivølli sunnudagin, og síðani ímóti FC Suðuroy á heimavølli ígjár. Í fyrra hálvleiki vóru møguleikar til bæði liðini. Tá eitt stórt korter var farið skeyt Obi Charles eitt langskot, sum smeyg sær beint við síðunnar av stongini. Løtu seinni stútaði Kaj Ennigarð ÍF framum, tá hann beindi eitt fríspark frá Karl Løkin í málið. Karl sjálvur, Andy Olsen og Dánjal á Lakjuni høvdu møguleikar at økja um leiðsluna áðrenn steðgin. Í hinum endanum hevði Jákup Mikkelsen nakrar fepurbjargingar, tá FC Suðuroy hevði ein duppultan málmøguleika. Ì fyrra hálvleiki fangaði miðvøllurin hjá ÍF fleiri bóltar, og fingu teir soleiðis í fleiri førum byrgt fyri FC Suðuroy álopum. Ein strika í rokningini var tó, at liðskiparin hjá ÌF, Poul Ennigarð mátti av vølli, tá 40 minuttir vóru farnir, tí hann hevði beglað.
Nógvir málmøguleikar
Tað vóru nógvir málmøguleikar í seinna hálvleiki, har ÍF átti heldur fleiri av teimum. Tað var tó bert ÍF, sum fekk úrtøku í seinna hálvleiki. Tá 69 minuttir vóru farnir høvdu Fritleif í Lambanum, Áki Petersen og Øssur Dalbúð eitt framúrskarandi samanspæl, sum endaði við, at Øssur spældi Nenad Saric leysan, og megnaði serbin at skjóta bóltin fram við Stanislav Kuzma í FC Suðuroy málinum til 2-0. Seinastu løtuna spenti FC Suðuroy veruliga álopsbogan fyri at koma aftur í dystin, og hetta gav málmøguleikar í báðum endum. Nenad Saric meddaði eitt skot á yvirleggjaran hjá FC Suðuroy ímóti dystarenda, og í yvirtíðini megnaði Kaj Ennigarð at rudda eina atsókn hjá Obi Charles burtur á sjálvari málstrikuni.
Góður dystur
Poul Ennigarð hjá ÌF helt, at talan var um ein góðan dyst, men hann var ivaleysur í, at sigurin hjá ÍF var fult uppiborin. – Vit høvdu nógvar málmøguleikar, og eg haldi eisini, at vit spældu betur enn FC Suðuroy. Teir høvdu sjálvandi eisini vandamiklar málmøguleikar, men eg haldi, at vit høvdu fleiri málmøguleikar, segði Poul Ennigarð aftaná dystin. Liðskiparin hjá ÍF, sum mátti út, tí hann beglaði veit ikki við vissu at siga, um hann verður klárur til dystin ímóti HB sunnudagin. Henning Joensen hjá FC Suðuroy helt eisini, at talan var um ein góðan dyst. Men hann er ikki samdur við Poul Ennigarð, at ÍF var betur leikliga enn FC Suðuroy. – Bæði liðini royndu veruliga at gera sítt besta. Sjálvur haldi eg, at fyrri hálvleikur var øðiliga javnur, men í seinna hálvleiki eru vit í fleiri tíðarskeiðum væl betur, og tað hevði als ikki verið óuppiborið, um vit vóru omaná, ella høvdu fingið javnleik, segði Henning Joensen aftaná dystin. Tey køldu fakta´ini eru tó samd við Poul Ennigarð. Tvey mál og trý stig til ÌF, og einki hjá FC Suðuroy at taka við sær umborð á Smyril.