Tað eru aftur klaksvíkingar, ið eru farnir undir at gera seym. Hesir framfúsnu klaksvíkingarnir, ið hava leigað gamla seymvirkið frá P/F Skarðhamar, eru Borgar Biskupstøð og Óli Hans Biskupstøð.
Hesir báðir eru fyribils teir einastu, ið arbeiða á Føroya Galvaniseringsvirki.
Fyrstu pakkarnir av Dygd
Fyri mánaði síðan, tá byrjaðu Borgar og Óli Hans at framleiða seym í ymiskum støddum, og nú hava teir so selt teir fyrstu pakkarnir av Dygd. Hesir eru seldir til nakrar av timburhandlunum í Føroyum. T.d. hava Varpið í Klaksvík og Balslev í Havn keypt nakað fitt av seymi.
Men tó eru ikki allir timburhandlarnir sinnaðir at keypa Dygd, hóast dygdin er í lagi. Trupulleikin er, at timburhandlanrnir fáa seymin bíligari frá stórfyritøkum í grannalondum okkara.
? Orsøkin til hetta er, at seymurin ofta verður keyptur saman við øðrum, og so fáa handlarnir ein samlaðan avsláttur, sigur Borgar Biskupstøð.
? Men halda tit, at tit kortini fara at klára kappingina við stórfyritøkurnar?
? Tað er ringt at siga. Vit ætla okkum ikki at vága ov nógv. Vit eru bert farnir undir eina roynd, og vóna tað besta. Tað er ikki ráðiligt at leypa framav; tá er betur at føla seg spakuliga fram.
Ætla eisini undir
aðra framleiðslu
Spurdur um ætlanin eisini er at fara undir aðra framleiðslu, svarar Borgar Biskupstøð:
? Jú, vit hava hugsað um at byrja at gera múrakker longu í næstu viku, og seinni er so ætlanin at fara undir framleiðslu av sinkblokkum. Vit hava jú longu gjørt okkum eina goymslu av seymi, so væl ber til at fara undir aðra framleiðslu.
Krevst ikki onnur útgerð, tá ið tit skulu gera sinkblokkar og múrakker?
? Øll útgerð, ið okkum nýtist er á virkinum, so talan er ikki um stóríløgur, tá ið vit fara undir nýggja framleiðslu. Harafturat, so hava vit ikki keypt maskinurnar á virkinum. Vit bara leiga bygningin og útgerðina, og so fáa vit at síggja, hvussu gongst.
Nú, tá ið tit kalla tykkum Føroya Galvaniseringsvirki, merkir tað so, at tit galvanisera ymiskar lutir fyri fyritøkur og einstaklingar?
? Ja, vit galvanisera fyri fyritøkur og einstaklingar. Men ikki ber til at galvanisera ov stórar lutir enn. Orsøkin til hetta er, at vit bert nýta tann lítla galvaniseringspottin enn. Tað er ov kostnaðarmikið at fylla tann stóra, tá ið vit ikki hava so nógv at gera. Til tann stóra pottin krevst ein rúgva av sinki og saltsýru, og hetta er ikki bíligt. Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at vit fyrst og fremst hugsa um seymin, so kann alt hitt koma aftaná.
Ikki á útlendska
marknaðin enn
Borgar á Biskupstøð sigur, at ætlanin er ikki at royna seg á útlendska marknaðinum enn, sjálv um dygdin á seymi teirra er eins góð og á tí útlendska. Hann heldur tað vera av størri týdningi at føla seg fram á tí føroyska marknaðinum fyrst.