Dygdin skal bera føroyskar bøkur út í heim

Skulu føroyskar bókmentir gera vart við seg úti í heimi, má tað vera skaldsliga dygdin og ikki tað serføroyska, ið er tað berandi, sambært danska bókmentafrøðinginum, Erik Skyum-Nielsen



Í blaðnum í gjár varð víst á, at støðugt fleiri føroysk bókafólk eftirlýsa átøk, sum skulu gera føroyskar bókmentir meir sjónligar úti í heimi.

Skal eitt slíkt átak eydnast, mugu føroyingar sum eitt tað fyrsta gera sær greitt, hvussu føroyskar bókmentir skulu marknaðarførast úti í heimi, staðfestir bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen, sum í mong ár hevur fylgt neyvt við norðurlendskum bókmentum bæði sum granskari, ummælari og týðari.

- Marknaðarføringin av føroyskum bókmentum má fyri alt í verðini ikki verða stýrd av møguligum politiskum ella tjóðskaparligum idealum. Føroyskar bøkur eru ikki áhugarverdar úti í heimi, tí tær koma úr einum lítlum, løgnum ella eksotiskum landi. Skulu bøkurnar gera vart við seg í altjóða bókmentahøpi, má dygdin standa mát, sigur Erik Skyum-Nielsen avgjørdur. 



Tá tað bygdasliga verður altjóðaligt

Sambært Erik Skyum-Nielsen hava eisini fleiri føroyskir høvundar evni og møguleika at gera seg galdandi uttanlands. Sjálvur undrast hann yvir, at eitt nú bøkurnar hjá Jóanes Nielsen ikki hava fingið størri útbreiðslu uttanfyri Føroyar.

- Lagnan, sum onkrar av bókunum hjá Jóanes Nielsen hava fingið, er ikki í samsvar við hansara dygdir sum rithøvundur. Eftir mínum tykki hevur hann avgjørt tað, sum skal til fyri at sláa ígjøgnum sum altjóða rithøvundur, sigur Erik Skyum-Nielsen.

Av øðrum føroyskum høvundum, sum kundu staðið seg í altjóða høpi, nevnir Erik Skyum-Nielsen Jens Paula Heinesen og hansara verk ”Á ferð inn í eina óendaliga søgu”.

- Hevði tað bókaverkið verið skrivað á eitt nú norskum, eri eg vísur í, at tað hevði fingið rættiliga stóra útbreiðslu, sigur hann.

Erik Skyum-Nielsen heldur als ikki, at føroyskar bókmentir eru ov provinsiellar ella bygdasligar til at kunna fanga áhugan hjá útlendskum lesararum.

- Eg havi hoyrt hasa grundgevingina fyrr, men eftir mínum tykki heldur hon ikki. At ein bók tekur støði í einum lítlum umhvørvið merkir ikki tað sama sum, at hon bara talar til ein samsvarandi lítlan málbólk. Hatta er tann spennandi spurningurin um, nær tað bygdarsliga verður universielt, sigur Erik Skyum-Nielsen, sum sjálvur hevur eitt boð uppá, nær tað hendir.

- Tað er, tá rithøvundurin hevur frásøguevni og hugflog umframt ein ans fyri bygnaði, sum fær lesararn at undrast. Og slíkar dygdir eru jú ikki tengdar at tjóðini ella støddini á landinum, høvundurin kemur frá, sigur Erik Skyum-Nielsen. 



Àttu at lært av íslendingum

Sambært Erik Skyum-Nielsen áttu føroyingar at lært av mátanum, ið íslendingar hava megnað at gera sínar bókmentir galdandi úti í heimi. Sjálvur hevur Erik Skyum-Nielsen týtt fleiri enn 30 íslendskar bøkur til danskt og hevur fylgt teirra ferð út í heim.

- Stóra frambrotið hjá íslendskum bókmentum hongur millum annað saman við, at íslendingar eru hildnir uppat at selja seg uppá sína stóru saga-traditión. Slíkt selur ikki longur. Harafturat duga teir sera væl at pleyga neyðugu sambondini út í heim og ikki minst tryggja, at týðarar og onnur lyklafólk allatíðna verða dagførd um, hvat hendir innan íslendskar bókmentir, sigur Erik Skyum-Nielsen, sum heldur tað vera óvanliga torført at fáa eina líknandi tænastu úr Føroyum.

- Eg vildi ynskt, at eg støðugt varð fóðraður við bókatíðindum úr Føroyum. Bara eitt lítið tíðindabræv umvegis teldupost hevði hjálpt ómetaliga væl, men har kemur onki. So vítt eg dugi at síggja, eru føroyskar bókmentir stórt sæð ósjónligar uttanfyri Føroyar, sigur Erik Skyum-Nielsen. 



Idealisma og tilvild

Sambært Erik Skyum Nielsen er tað eitt bland av idealismu og tilvild, sum ger, at hann sjálvur fær hildið seg nøkunlunda dagførdan, um hvat hendir innan føroyskar bókmentir.

- Eg renni meg av og á í rithøvundan Jógvan Isaksen, sum ofta veit okkurt nýtt. Tað sum eg annars frætti, er slíkt, sum eg spyrji meg fram til, tí eg havi áhuga fyri føroyskum bókmentum og eisini onkuntíð týði onkra føroyska bók til danskt, sigur Erik Skyum Nielsen, sum javnan tekur arbeiðið við at týða skaldsøguna ”Í morgin er aftur ein dagur” hjá Oddvør Johansen framaftur.

- ”Í morgin er aftur ein dagur” er ein deilig bók, sum hevur uppiborið útbreiðslu uttanfyri Føroyar, sigur Erik Skyum-Nielsen.

Nýliga hevur hann annars týtt yrkingsavnið hjá Carl Jóhan Jensen, ”September í bjørkum sum kanska eru bláar”, til danskt – eitt sera orginalt savn, sambært Erik Skyum-Nielsen.

- Og so havi eg eisini lisið ”Ó”, hjá Carl Jóhan Jensen. Ein fantastiska ambitiøs bók, sera løgin men eisini ein sera áhugaverd bók, sigur bókmentafrøðingurin hugsunarsamur.