Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at tað skal vera dýrari at fara í svimjihøllina í Havn. Príshækkingarnar koma í gildi fyrsta dagin, men tað eru bara prísirnir á einstøkum atgongumerkjum, sum verða dýrari. Eitt atgongumerki til vaksin, sum kostar 35 krónur, verður nú 10 krónur dýrari, so. tað fer nú at kosta 45 krónur. Eitt atgongumerki til børn, sum nú kotar 15 krónur, hækkar upp í 20 krónur – men eftir klokkan 18 er prísurin tann sami hjá børnum sum hja vaksnum.
Eitt endamál við hesum er at eggja teimum, sum svimja ofta, til at keypa avsláttarkort og eftir ætlan fer príshækkingin at geva 200.000 krónur í inntøku afturat. Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflkkini, vísir á, at tey, sum svimja ofta, hava avsláttarkort, so hetta fer mest at raka ferðafólk, bygdafólk, og onnur, sum svimja rættiliga sjáldan.
– Tað er ikki heppið, at ferðafólk ikki skulu rinda meiri enn 45 krónur fyri at svimja, tað skuldi verið nógv dýrari, helvt Annfinn Brekkstein.
Men í býráðnum eru tey ósamd um ætlanina, tí tað vóru teir sjey býráðslimirnir í samgonguni, sum atkvøddi fyri. Men tey vórðu løgd undir at vera stuttmint, tí tá ið undanfarna samgonga hækkaði prísirnar 3 - 5 krónur í 2017, vóru tey hart ímóti at gera tað dýrari at brúka svimjihøllina, i tað fór at raka pensjónistar og barnafamiljur meint.
Men nú hækka tey sjálvi prísirnar 28 prosent, sum er ein stór príshækking, serliga hjá pensjónistum og børnum, staðfestu tey í andstøðuni. Men tey í andstøðuni vilja eisini hava eina greining av, hvussu nógvir pensjónistar, og hvussu nógv børn, í roynd og veru hava avsláttarkort. At keypa eitt avsláttarkort er ein útreiðsla hjá pensjónistum og børnum, so tað er als ikki óhugsandi at nógv at teimum keypa atgongumerki hvørja ferð.