Tað eydnaðist hjá fyribilsvenjaranum hjá KÍ Espen Haug at vinna fulla úrtøku, nú hann fyrstu ferð hevði ábyrgdina av FM liðnum.
Við Margáir settu EB/Streymur og KÍ punktum fyri sjeynda umfari. Úrslitið var, at KÍ vann 1-0. Málskjútti 10 minuttir undan steðginum var vongverjin í høgru Jóannes Kalsø Danielsen. Árni Frederiksberg royndi seg mitt fyri og stutt úr brotsteigarmarkinum við frísparki. Bólturin tók í ein av heimamonnunum, og tá ið bólturin stakk í høgra álopsborð hjá KÍ eydnaðist tað Jóannesi K. Danielsen at fáa tak á, áðrenn hann smekkaði til, og so fór bólturin flatt fram eftir vøllinum millum vinir og fíggindar og í handara síðunetið.
Klaksvíkingar eru heilt víst lættir og fegnir um, at tað eydnaðist at vinna 20. sigurin ímóti EB/Streymi á rað.
KÍ hevði bóltin meiri og var oftari í góðum støðum enn mótstøðuliðið. Men talan var ikki um avrik av tí slagnum, sum KÍ seinnu árini hevur verið kent fyri. Serliga í verjupartinum var tað, at tað bilaði.
Og so er tað dyggur smeitur hjá illa skaðaplágaðu klaksvíkingunum, sum nú eru á veg til hús, at liðformaðurin og heilt stóri álitismaðurin á miðvøllinum Jákup B. Andreasen nakrar minuttir undan steðginum var borin av vøllinum eftir nærdyst, sum sá út til at hava meinan fótskaða við sær.
EB/Streymur avrikið var alt annað enn botnliði líkt. Heimaliðið stríddist fyri at skora og vinna eitt stig. Tað eydnaðist ikki, men í tveimum førum í seinna hálvleiki var tað heilt tætt við. Serliga tá Mark F. Jensen stórbjargaði til horna, eftir at miðvallarin Robert Marcus royndi seg úr stuttari fjarstøðu.
KÍ, sum er á triðja plássi við 15 stigum, fær leygardagin vitjan av 07 Vestur.
EB/Streymur, sum er á áttanda plássi við fýra stigum, fær leygardagin vitjan av Víkingi.
##med2##
EB/Streymur – KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Jóannes K. Danielsen
Dómari: Bjarki Danielsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Virgar Jónsson, Tóki H. Johannesen – Jens Erik Bruhn, Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Suni Herman Petersen – Filip Djordjevic
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Cedric Yambéré, Latif Ahmed – Claes Philip Kronberg, Jákup B. Andreasen, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Pætur J. Petersen