Týskvøldið verður Tórsvøllur karmur um lHM undankappingardyst millum Føroyar og Týskland.
Hetta er ikki ein heilt vanligur dystur, men talan er um ein sokallaðan high risk dyst. Tað merkir, at myndugleikarnir gera meir enn vanligt burturúr trygdini til dystin.
Væntandi koma millum 800 og 1000 týskarar til landið í sambandi við dystin
Týsku viðhaldsfólkini bera orð fyri ikki altíð at skikka sær so væl til landsdystirnar, og hesum taka føroysku myndugleikarnir hædd fyri, tá dysturin skal spælast týskvøldið klokkan 19.45.
- Vit verða væl mannað við okkara føroysku politistum, og so fáa vit eisini nakrar politistar úr Danmark at hjálpa til, verður sagt av politistøðini.
Tá Norrøna leggur at í kvøld, kemur eisini ein serligur bussur frá politinum í Danmark.
Fótbóltssambandið hevur fingið eini 70 fólk til at taka sær av vaktarhaldinum við vøllin og á økinum rundan um Tórsvøll týskvøldið.
Les eisini Áskoðararnir mugu vísa góðan atburð