e-coli bakteriur í vatninum

Í gjár varð e-coli bakteria staðfest í vatninum á Vegnum Langa í Hoyvík og á Langasandi í Kollafirði.

 

Tórshavnar kommuna mælir í dag til at kóka drekkivatnið í Hoyvík og Kollafirði.

 

- Í teimum 22 vatnroyndunum, sum vórðu tiknar í kommununi í gjár, var ein e-coli bakteria staðfest á Vegnum Langa í Hoyvík og ein á Langasandi í Kollafirði.

 

Mælt verður tískil til at kóka vatnið í Hoyvík, Kollafirði, Oyrareingjum og Signabø, áðrenn drukkið verður.

 

- Umsýn av vatninum verða tikin í dag, og úrslitini verða tøk í morgin. Tilmælið um at kóka drekkivatnið stendur við, til nærri boð verða givin, siga tey í Tórshavnar kommunu.

 

Um heimasíðuna hjá kommununi - torshavn.fo - sæst kort yvir dálkaða økið í Hoyvík.