E elski Førjar í Norðurlandahúsinum

Nú er at skunda sær, um ein ynskir at síggja vælumtóktu sendirøðina E elski Førjar í Norðurlandahúsinum! Tá fáa tit høvið at síggja ?verdens bedste Babba?, globaliseraða sjónvarpsvertin Olgar, tey bæði lekkru Remi og Rosely og so allar hinar stuttligu serskøltarnar úr E elski Førjar...

Sýningarnar 13. , 14. og 15. juli eru nærum fullsettar, men enn eru nøkur pláss eftir, so nú er at fáa beinini upp á nakkan!

 

Atgongumerki á kr. 185 fáast á www.nlh.fo og á kunningarstovuni.