Eager to Please møguliga á Sweden Rock Festival

Eager to Please eru í boðum um at sleppa at spæla á The Sweden Rock Festival. Men teir sleppa bert at luttaka, um teir fáa nóg mikið at atkvøðum. Svenski rokk-festivalurin hevur í sambandi við www.myspace.com gjørt eina kapping millum allir norðurlendskir rokk-bólkar, ið hava eina My Space síðu. Ein vinnari verður úr Svøríki, Noregi, Danmark og Finnlandi.

Bólkarnir ið vinna, fáa millum annað, umframt høvið at spæla á festivalinum, eisini backstage-atgongumerkir til festivalin og eitt stað at búgva, dagin teir skulu spæla.

 

Festivalurin verður 4-7 juni 2008 í Sölvesborg. Hann var fystu ferð í 1992 við einari luttøku á einans 9 bólkum, meðan hann síðsta ár kom heilt uppá 77 bólkar, millum aðrir luttóku okkara egnu Týr. Í ár verður luttøkan á umleið 90 bólkar úr øllum heiminum.

 

Tú kanst atkvøða við at fara inn á heimasíðuna www.swedenrock.com. Atkvøðugreiðslan endar 28. februar.