EB/Steymur hevur venjara upp á pláss

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2021

EB/Streymur og Jákup Martin Joensen hava undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2021, og verður tað hansara triðja ár sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi.

- Fyrsta árið, 2019, var samstundis fyrsta árið hjá Jákup Martini sum høvuðsvenjari í bestu deildini. Úrslitini vóru misjøvn og liðið endaði á 9. plássi, men tað árið var eingin niðurflyting, skrivar heimasíðan hjá felagnum og leggur afturat:

- Í ár hevur verið arbeitt miðvíst við at stabilisera felagið og liðið, og hetta má sigast at hava eydnast væl. Nú tveir dystir eru eftir at spæla liggja vit nummar sjey, javnt í stigum við ÍF á sætta plássi. Liðið hjá okkum er í stóran mun mannað við ungum, lokalum spælarum, og við hesum er grundarlagið lagt, sum vit skulu byggja omaná komandi ár, skrivar felagið.

Tað hevur ljóðað, at EB/Streymur er í holt við at styrkja hópin við Jan Ó. Ellingsgaard (ÍF) og Rógva Egilstoft (NSÍ). Felagið boðar frá, at venjaratoymið verður eisini størri til komandi kappingarár.

- Í løtuni verður arbeitt við at manna venjaratoymið, sum Jákup Martin skal hava afturat sær. Her kemur sum skilst onkur afturat í mun til í ár, men meira verður at frætta um hetta í næstum.

EB/Streymur hevur tveir dystir eftir hetta kappingarárið. Teir eru móti botnliðunum Skála og AB.

1.HB255465
2.244658
3.NSÍ253057
4.B36253956
5.Víkingur251044
6.ÍF25-2323
7.EB/Streymur25-3523
8.TB25-1915
9.AB24-537
10.Skála25-496