EB/Streymur dragnar í oddinum

Sigurin hjá B71 á Streymnesi var helst mest óvæntaða úrslitið hetta umfarið. Fyri B71 ber hetta við sær, at teir nú eru við í dystinum um fjórða plássið, men hjá EB/Streymi var talan nærum um vanlukkuligt úrslit. Teir eru nevnliga sjey stig aftan fyri B36, nú 16 umfør eru farin av Formula-deildini.

Hjá AB kom heilt illa við, at teir taptu móti Skála. AB hevur nú fimm stig upp til KÍ, sum er á 8. plássinum.

Triði dysturin í dag var við Løkin, har NSÍ við 3-1 sigri á KÍ helt fast í sínum plássi í oddastríðnum.