EB/Streymur hevur góðan møguleika

Fótbóltur: EB/Streymur hevur við einum 3-1-sigri í fyrra dystinum góð kort í hondini, tá ið teir í morgin skulu spæla returdyst á útivølli ímóti armenska Gandzasar í Europa League

Oddaliðið í Effodeildini framdi eitt satt megnaravrik, tá ið teir í síðstu viku vunnu 3-1 ímóti armenska Gandzasar í Europa League. Teir vóru á odda 3-0 í hálvleikinum og høvdu hópin av málmøguleikum til at tryggja sær eitt enn betri útgangsstøði, men 3-1 skal als ikki forsmáast.
EB/Streymur hevur áður fingið góð úrslit á útivølli í Evropa. Fyrraárið taptu teir tepurt 0-1 ímóti Kalmar FF í Svøríki, og í fjør spældu teir málleysan javnleik ímóti Qarabag í Aserbadjan.
Sambært venjaranum hjá EB/Streymi, Heðini Askham, so verður tað eitt verjukent útgangsstøði ímóti Gandzasar í morgin í royndini eftir at fáa eitt úrslit, sum minnir um tað í fjør.
- Vit fara niður har og trúgva 100% upp á tað. Vit minnast ein dyst í Baku í fjør, tá ið vit ikki komu fram um miðjuna allan fyrra hálvleik, men fingu ein 0-0-javnleik og enntá høvdu møguleika at vinna dystin. Allir vóru ernir aftaná dystin, og tað er einum slíkum úrsliti vit fara eftir í hesum dystinum, segði Heðin Askham eftir 3-1-sigurin í síðstu viku.

Verjan avgerandi
Uppleggið hjá EB/Streymi verður eftir hesi útsøgnini rættiliga verjukent, og tað er til at skilja. Verjan hjá EB/Streymi stóð seg væl í fyrra dystinum, og hetta hóast at vanligu miðverjarnir, Egil á Bø og Marni Djurhuus, ikki vóru við vegna skaða. Teir verða eiheldur við í hesum dystinum, men tað er ikki verri enn so, at tað aftur hesaferð letur dyrnar upp fyri frálíku avloysarunum frá fyrra dystinum, Árna G. Olsen og Gert Hansen.
Hinvegin er Sorin Anghel nú aftur tøkur og gevur Heðini Askham ein luksus-trupulleika, hvørs hann skal velja teir somu 11 í byrjunaruppstillingina ella lata rumenska stríðsmannin sleppa at royna seg.
Dysturin verður spældur á Gandzasar Stadium í Kapan í morgin kl.16 føroyska tíð.