Í gjárkvøldið vandi EB/Streymur á Boris Paichadze National Stadium í Tbilisi, har Dinamo eigur heimavøll, og har dysturin verður í dag klokkan 17, sum er klokkan 19 lokala tíð í Georgia.
Hitastigini eru millum 30 og 35, og setningurin hjá EB/Streyma liðnum er at halda tætt í verjuni og so dúva upp á møguleikan fyri skjótum mótálopi og at Arnbjørn Hansen kann skjóta málið á útivølli, sum er so sera týdningarmikið í sovornum kappingum.
-Vit kenna treytirnar, og vit eru greiðir yvir, at føroysk lið ofta hava havt trupulleikar ímóti liðum, sum hava henda spælistílin, ið er eyðkendur av, at spælararnir hava sera góðan bóltførleika og spæla skjótt saman, sigur Rúni Nolsøe, venjari.
Í 2008 spældi Dinamo Tbilsi ímóti NSÍ í hesi somu kappingini. Ta ferðina tapti NSÍ 3-0 á útivølli, meðan úrslitið í Føroyum var 1-0 til NSÍ.
Sum tað áður er nevnt her á in.fo, so eru Egil á Bø og Hans Pauli Samuelsen ikki við í Georgia. Tí verður talan um onkrar broytingar á liðnum sammett við tað, sum kvalifiseraði seg úr fyrsta innleiðandi umfarinum. Rúni Nolsøe og Meinhardt Dalbúð hava gjørt av, at hesir ellivu skulu á vøllin frá fyrsta bríksli: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pæltur Dam Jacobsen, Arnar Dam - Leif Niclasen, Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen – Arnbjørn Hansen.
Tað verður møguleiki at síggja EB/Streym spæla í dag á http://www.firstrow1.eu/