Stórdystur verður við Margáir í Streymnesi í morgin, tá steypavinnararnir úr EB/Streymi og føroyameistararnir úr NSÍ skulu stríðast í øðrum umfari í kappingini um Løgmanssteypið.
Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at Mikkjal Thomassen og Marcell Balog ikki eru við í hópinum í morgin.
Mikkjal Thomassen er burturstaddur, meðan øll viðurskiftini hjá Marcell Balog framvegis ikki eru komin í rættlag.
Dysturin byrjar klokkan 15.00.