EB/Streymur kærir avgerð hjá Aganevndini

EB/Streymur góðtekur ikki úrskurðin, Aganevndin er komin til í málinum um ólógliga pengaflutningin til felagið. Les skrivið frá EB/Streymi her.


“EB/Streymur góðtekur ikki úrskurðin, Aganevndin er komin til í skrivi dagfest 12. juli 2011. Tí ynskir felagið at gera greitt beinanvegin, at EB/Streymur kærir avgerðina hjá Aganevndini til Yvirkærunevndina.

 

Hetta ger EB/Streymur av fleiri orsøkum. Fyrst og fremst vil felagið finnast at mannagongdini hjá Aganevndini í hesum máli. Reglugerðirnar, Aganevndin virkar eftir, siga greitt, at eingin avgerð kann verða tikin, áðrenn hin parturin er hoyrdur í málinum.

 

Í úrskurðinum hjá Aganevndini verða fýra partar nevndir, felagið EB/Streymur og tríggir navngivnir persónar – teirra millum bókhaldarin hjá Formula, sum eisini var kassameistari hjá EB/Streymi. Sum partur av málinum skal hesin navngivni persónur hoyrast, men er tað ikki.

 

Haraftrat kann EB/Streymur ikki góðtaka svarfreistina, hinir báðir navngivnu persónarnir hava fingið frá Aganevndini. 6. juli gjørdi Aganevndin eina niðurstøðu, sum síðani varð send EB/Streymi til hoyringar. Í svari vístu umboð fyri EB/Streym á, at kom Aganevndin til ta niðurstøðu, at avgerð teirra eisini fevndi um privatpersónar og ikki einans felagið, átti Aganevndin eisini at senda avgerðina til tey persónliga, soleiðis at hesi fáa gjørt sínar persónligu viðmerkingar. Hetta gjørdi Aganevndin ikki fyrr enn út á seinnapartin mánadagin 11. juli, sum svarfreist var á middegi 12. juli. Sostatt fingu partar í málinum, navngivnir privatpersónar, minni enn eitt døgn at svara ógvusligu skuldsetingunum frá Aganevndini – tað er ikki rímiligt.

 

Reglugerðin, Aganevndin virkar undir, staðfestir eisini, at allir partar kunnu biðja um munnliga viðgerð av málinum. Í skrivi, Aganevndin fekk 1. juli leggur EB/Streymur beinleiðis upp til, at Aganevndin og umboð fyri EB/Streym hittast til fundar. Men hóast greiðu taluna í reglugerðini og ítøkiliga ynski frá EB/Streymi, tekur Aganevndin hetta ikki til eftirtektar og ger – beint í móti ynskinum hjá EB/Streymi – ein úrskurð, uttan at EB/Streymur er hoyrt munnliga í málinum.

Somuleiðis undrast EB/Streymur á upphæddina, felagið sambært úrskurðinum hjá Aganevndini skal rinda í bót til Fótbóltssamband Føroya. Í tíggju síðu langa skrivinum frá Aganevndini er ikki ein einasta grundgeving fyri, hví bótin er 400.000 krónur. EB/Streymur finst at Aganevndini fyri ikki at hava útgreinað og greiða frá, hvussu tey eru komin til júst hesa upphædd, sum mest av øllum tykist at vera eitt púra tilvildarligt tal.

 

Eisini undrast EB/Streymur á áramálsetingina fyri útihýsingina av nevndu nevndarlimum. Lagt verður fyrst upp til at útihýsingin er 12 ár, men fyri tveir av navngivnu persónunum verður hetta lækkað til 6 ár, vegna linnandi umstøður. Hvussu Aganevndin er komin til hesa áramálssetingina er heldur ikki á nakran hátt útgreinað.

 

EB/Streymur hevur yvirhildið allar skyldur sínar mótvegis Loyvisnevndini, sum er kunnað um allar lutir í málinum. Tað undrar EB/Streym, at Aganevndin í avgerð sínari hevur lagt seg út í loyvisskipanina, sum hon onga heimild hevur til.

EB/Steymur vónar, at tey mistøk sum eru gjørd av Aganevndini verða rættað, tá málið verður viðgjørt í Yvirkærunevndini.

 

Samanumtikið metir EB/Streymur at niðurstøðan hjá Aganevndini als ikki kann góðtakast, og tí verður avgjørt at kæra avgerðina beinanvegin.

 

Sambært reglunum er tað so, at úrskurðurin hjá Aganevndini stendur við so leingi Yvirkærunevndin ikki hevur viðgjørt kæruna, og tí hevur formaðurin Rólant Højsted tikið seg úr nevndini. Virkandi forkvinna er nú Anvør Zachariasen