EB/Streymur á odda í hálvleikinum

Eiler Rasmussen hevur fyri løtu síðani bríksla fyri hálvleikssteðgi í Formuladystinum millum B68 og EB/Streym.

 

Eitt mál er komið í fyrra hálvleiki, og tað skoraði Arnbjørn Hansen fyri EB/Streym.

 

B68 hevur roynt leypa á EB/Streym og trýsta frammi á vøllinum, men higartil hevur tað ikki havt stóru møguleikarnar við sær.