Myndin hevur leingi verið, at EB/Streymur hava tókst at verið tey sterkastu liðini, men leingi hava lið eisini elt teimum og ikki viljað slept. Men nú rakk ikki longur hjá hvørki KÍ ella Víkingi, sum eru send ávikavist sjey og átta stig frá oddasessinum. KÍ lá annars leingi væl fyri í heimadystinum ímóti TB, men teir máttu lata sigurin úr hondum og taka til takkar við javnleiki, meðan ÍF staðfesti sína støðu sum næstfremsta lið við sannførandi 3-0-sigri á Víkingi. Eins sannførandi vann EB/Streymur – teir vunnu 4-1 ímóti B36 í Gundadali.
Í botninum er stríðið harðnað. B68 tapti 1-2 í Vági ímóti FC Suðuroy, og samstundis sum TB fekk eina stigið í Klaksvík, er B68 farið niður um niðurflytingarstrikuna við verri málmuni enn TB.
Arnbjørn lýsti
Tað kom væl við hjá oddaliðnum EB/Streymi, at Arnbjørn Hansen loksins var førur fyri at spæla við aftur frá byrjan. Hann skuldi bara nýta 12 minuttir, áðrenn hann sýndi fram sítt máltev. Fyrst stútaði hann bóltin á tvørtræið, og á returbóltinum var hann sjálvur skjótastur og legði EB/Streym á odda 1-0.
Eitt lítið korter seinni var hann aftur á blettinum, tá ið Meinhardt Joensen hevði hálvbjargað einum skoti frá Leif Niclassen. Hóast fleiri stórar málmøguleikar til bæði EB/Streym og B36, so var hálvleiksstøðan 2-0.
B36 legði fyri sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, og tað vóru bara tríggir minuttir spældir, tá ið Jákup á Borg minkaði um munin til 2-1. Hesa løtuna sat B36 á øllum, men so vísti EB/Streymur, hví teir eru at meta sum besta lið í Føroyum eisini tá ið umræður mótálop. Tað gekk skjótt frá enda í annan, har Hans Pauli Samuelsen ótarnaður slapp at stúta EB/Streym á odda 3-1.
B36 hevði bóltin nógv henda dystin, men hugflogið lá eftir við hús, og teir máttu bara hyggja at, tá ið Arnbjørn Hansen staðfesti ein 4-1-sigur við einum frálíkum hattrikki.
ÍF smurdi Víking av
Við enn einum sannførandi sigri á Víkingi í Sarpugerði heldur ÍF fram við at elta oddaliðið EB/Streym, og eru teir í grundini nú einasti avbjóðari hjá teimum.
Tað vóru 13 minuttir farnir, tá ið Dánjal á Lakjuni eftir trunkaspæl legði ÍF á odda 1-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal, tá ið Clayton Soares var fyrstur á einum innleggi og økti til 2-0 til ÍF. Brasilski málslúkarin var ikki liðugur at gera sítt arbeiði henda dystin, tí 20 minuttir fyri leiklok var hann aftur á blettinum og økti til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Clayton Soares hevur nú skotið 18 mál í 23 dystum og er hann, umframt at vera toppskjútti í Effodeildini, ein av mest týðandi leikarunum í væl smurdu ÍF-maskinuni.
Undirhaldandi í Klaksvík
Dysturin í Klaksvík millum søguríku feløgini, KÍ og TB, var bara ein minuttur gamal, tá TB hevði fyrsta stóra møguleikan, men skotið hjá Dimitrije Jankovic fór væl við síðuna av. Men hetta legði grundarlagið fyri ein ferðmiklan og álopskendan fótbóltsdyst, sum hevði uppiborið fleiri enn tey tvey málini, ið komu.
KÍ kom á odd seint í fyrra hálvleiki, eftir eitt vælspælt álop. Helst mundi KÍ hava minst 20 avlevringar sína millum áðrenn Álvur F. Christiansen legði bóltin innfyri til Kristoffur Jacobsen, sum stútaði bóltin í mál.
Undan hesum kundi TB havt lagt seg á odda fleiri ferðir. Í seinna hálvleiki fekk Ivan Joensen hjá KÍ beinleiðis reytt kort fyri at koma ov seint í eina takling við knoppunum fremst.
Stutt seinni kom so forloysandi málið hjá TB, tá verjukempan, Óli Johannesen, var fyrstur á eftir hornaspark og beindi bóltin í málið. Hóast hann er blivin 40 ár, so gleddist hann sum ein unglingi og bóltaði runt á vøllinum.
– Eg lovaði dóttrini at eg skuldi gera tað um eg skoraði, segði Óli Johannesen eftir dystin.
Óli var fegin um eina stigi, tí hann metti at hansara menn høvdu avrikað væl í dystinum og prógvað, at teir ikki ætla sær niður.
TB hevur við javnleikinum yvirhálað B68 á niðurflytingarstrikuni, meðan KÍ orsaka av ósigrinum hjá Víkingi, nú hevur lagt seg á triðja plássið.
Nú er NSÍ við
Frá at hava verið við í botnstríðnum og fegnast um hvørt einasta stig í eini roynd at sleppa úr botninum, hevur NSÍ nú av álvara rivið seg leyst av hinum liðunum og fingið samband við miðjuna á stigatalvuni – nú eru teir nevniliga javnir í stigum við B36.
Hetta kom í lag eftir ein 2-0-heimasigur á HB mikukvøldið. HB, sum nú skal royna seg uttan landsliðsmiðvallaran, Hall Hansson, ið er útleigaður til danska AaB, framdi annars nógvar góðar málmøguleikar, men tá ið Fróði Benjaminsen longu í fyrsta minutti misnýtti stóran møguleika og Rókur av Fløtum Jespersen rakti tvørtræið í frísparksroynd, byrjaði myndin at tekna seg – HB fekk ikki bóltin í málið, og fór NSÍ so at klára tað?
Ja, tað megnaðu teir 12 minuttir fyri leiklok, tá ið ein leysur Árni Frederiksberg legði NSÍ á odda 1-0. HB legði nógv fyri í eini roynd at javna, men tað kom at kosta í hinum endanum, har innskifti Jens Joensen økti til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-0 til NSÍ.
Niðurflyting hóttir B68
Keðiliga gongdin hjá B68 tykist ikki at steðga. Mikudagin fóru teir til Vágs at royna eftir trimum kærkomnum stigum til botnstríðið ímóti avgjørda botnliðnum, FC Suðuroy, men hóast B68 nú aftur hevði Emmanuel Ukpai og Ibrahima Camara við aftur á vøllinum, so vendist gongdin ikki.
Gaman í kom B68 á odda stutt undan hálvleiksbrísklinum, tá ið Jonleif Højgaard legði toftamenn á odda 1-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið FC Suðuroy fekk brotsspark. John T. Poulsen misnýtti ikki henda frálíka málmøguleikan at koma inn aftur í dystin, og javnaði hann til 1-1.
Dysturin gjørdist nú lívligur við møguleikum í báðum endum, men eitt korter fyri leiklok gjørdi Jann Ingi Petersen tað ikki lættari fyri viðleikarar sínar, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort og varð rikin av vølli.
Leingi sá út til, at 1-1 skuldi gerast endaliga úrslitið, men vágbingar vildu ikki geva seg og í sjálvari yvirtíðini var tað veteranurin, Dan Djurhuus, sum gav FC Suðuroy sigurin, TB eina hjálpandi hond og sendi B68 niður um niðurflytingarstrikuna.