EB/Streymur hevur í kvøld tikið oddasessin frá KÍ í Effodeildini. Hetta er greitt eftir at EB/Streymur í kvøld vann 3-1 á KÍ í Djúpumýru, har tað helst vóru fleiri enn 2000 áskoðarar - nógvir í festivalhýri í sambandi við Summarfestivalin.
Við tveimum málum við stuttum millumbili smáar tíggju minuttir fyri hálvleik setti EB/Streymur seg í førarasetrið og hevði tamarhald á dystinum. Málsjúttar vóru Gert Hansen og Pætur Dam Jacobsen.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ bóltin nógv, men teir framleiddu ikki nógvar málmøguleikar og so revsaði EB/Streymur teir. Eftir mótálop var tað Niels Pauli B. Danielsen, sum økti til 3-0.
Stutt fyri leiklok minkaði Andy Olsen til 1-3 eftir eitt framúr langskot. KÍ fekk eisini ein góðan møguleika at minka enn meiri um munin í sjálvari yvirtíðini, tá ið KÍ fekk tillutað brotsspark, men hetta sendi liðskiparin Hjalgrím Elttør upp um málið.
EB/Streymur var væl neyvari í sínum atsóknum og 3-1-sigurin var uppiborin. Sigurin ber við sær, at teir nú hava yvirtikið oddasessin frá KÍ. Teir hava 35 stig, meðan KÍ hevur 34 stig.
Sí hagtøl og beinleiðis frásøgn niðanfyri:
KÍ - EB/Streymur 1-3 (0-2)
0-1: Gert Hansen, 36.
0-2: Pætur Dam Jacobsen, 37.
0-3: Niels Pauli B. Danielsen, 82.
1-3: Andy Olsen, 84.
Liðugt: EB/Streymur vann dystin 3-1.
90min.: Hjalgrím Elttør misnýtir brotsspark. Hann langaði til alt hann var mentur, men bólturin fór ein metur upp um málið. Hetta er ikki dagurin hjá KÍ!
86min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! Við einum framúr langskoti í stongina og inn hevur Andy Olsen minkað til 1-3. KÍ roynir at trýsta tað seinasta, men teir hava ikki eins góða tíð, sum teir høvdu í góða comebackinum til 3-3 ímóti Víkingi seinasta umfar.
82min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! EB/Streymur hevur nú revsað úrslitaleysu atsóknirnar hjá KÍ og hevur økt til 3-0. Eftir gott mótálop varð Niels Pauli B. Danielsen spældur leysur í feltinum, og við vinstra beinið sendi hann bóltin framvið KÍ-málverjanum og í mál til 3-0.
70min.: Páll Klettskarð var fáar sentimetrar frá at minka um munin, tá ið hann hegnisliga við hælinum stýrdi bóltinum beint framvið handaru stong eftir gott innlegg úr vinstru frá Andy Olsen.
60min.: KÍ hevur bóltin fyri tað mesta og roynir at trýsta, men spælið hongur illa saman og teir eru lítið vandamiklir.
Hálvleikur: EB/Streymur er á odda 2-0. Við tveimum kvikum málum stutt undan hálvleik hevur EB/Streymur av álvara lopið hvøkk á KÍ, sum aftanfyri við tveimum málum nú má kýta seg í seinna hálvleiki fyri at fáa nakað stig burturúr.
37min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 2-0 til EB/Streym! Pætur Dam Jacobsen fekk bóltin til høgru við brotsteigarmarkið, haðani hann langaði til og umvegis ein KÍ-leikara fann bólturin leiðina í málið til 2-0 til EB/Streym.
36min.: MÁÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til EB/Streym! Niels Pauli B. Danielsen sendi hornaspark innfyri, har Gert Hansen stýrdi bóltinum í mál til 1-0 til EB/Streym.
30min.: Arnar Dam hjá EB/Streymi hevur havt eina vandamikla skotroynd, men András Gángó í KÍ-málinum bjargaði væl til hornaspark.
15min.: Hvørki av liðunum vildi frá dystarbyrjan leggja ov nógv fyri í álopspartinum. Hóast at EB/Streymur hevði leikliga yvirvág, so var tað KÍ, sum fekk størsta málmøguleikan hesa fyrstu løtuna. Eftir gott uppspæl kom Heðin Klakstein at standa væl fyri í brotsteiginum, men hann misnýtti møguleikan.
Undan dystarbyrjan: Tað er dýrdarvegur við Djúpumýru í Klaksvík. Fólk meta um einar 2000 áskoðarar, sum njóta fótbóltin í sól og stilli.
Hjá EB/Streymi er Arnbjørn Hansen framvegis ikki komin fyri seg og er ikki við í dag, somuleiðis sum Sorin Anghel undir upphitingini mátti geva boð um, at hann ikki kendi seg føran fyri at spæla vegna smærri skaða.
Byrjunaruppstillingar
KÍ: András Gángó - Álvur F. Christiansen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen, Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Heðin Klakstein - Páll Klettskarð
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Jonhard Frederiksberg - Leif Niclasen, Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen, Arnar Dam - Niels Pauli B. Danielsen - Levi Hanssen
Dómari: Eiler Rasmussen